Tað kann hon, tí at Poul Michelsen hevur sagt seg úr starvi sum tingmaður. Tað merkir, at hann ikki er í farloyvi, men endaliga er farin úr Løgtinginum. Nú hevur Ruth Vang fast sæti á tingi sum tingfólk, og at Framsókn hevur valt hana til forkvinnu í flokkinum.
3. Lisbeth L. Petersen
Seinast ein flokkur hevði forkvinnu, var Sambandsflokkurin í 2004. Tá var Lisbeth L. Petersen forkvinna – hon legði frá sær dagin eftir valið, sum gekst flokkinum illa.
Lisbeth L. Petersen kom á ting í 1990 fyri Sambandsflokkin, sum hon umboðaði til løgtingsvalið í 2008, tá hon ikki stillaði uppaftur.
Hon var vald til forkvinnu i 2001 og legði frá sær í 2004.
Hon var vald á Fólkating skeiði frá 2001 til 2005.
Áðrenn hon fór upp í landspolitikk var hon býráðslimur í Havn frá 1984. Hon gjørdist fyrsta kvinna, sum var borgarstjóri í Havn, tað var hon frá 1993-1996.
2. Helena Dam á Neystabø
Næstsíðsta kvinna, sum hevur stjórnað einum politiskum flokki í Føroyum var Helena Dam á Neystabø, sum var forkvinna í Sjálvstýrisflokkinum frá 1994 til 2001. Hon umboðaði Sjálvsrtýrisflokkin á ting frá 1990 til 2002.
Í 2008 varð hon vald á ting fyri Javnaðarflokkin. Hon fall á valinum í 2011, men varð afturvald í 2015. Hon stillaði ikki uppaftur á løgtingsvalinum í 2019.
1. Marita Petersen
Triðsíðsta – og tann fyrsta kvinnan, sum hevur stjórnað einum politiskum flokki í Føroyum, var Marita Petersen. Hon varð vald á ting fyri Javnaðarflokkin í 1988 og sat á tingi til 1998, tá hon ikki stillaði uppaftur.
Hon kom í landsstýrið í 1991 og sat til 1993, tá hon gjørdist løgmaður og forkvinna í Javnaðarflokkinum. Hon var forkvinna í Javnaðarflokkinum frá 1993 til 1996, tá hon legði forkvinnustarvið frá sær.
4. Ruth Vang
Ruth Vang er soleiðis tann fjórða kvinnan, sum stjórnar einum politiskum flokki í Føroyum – og tann fyrsta seinastu 16 árini.