Casper Ruud skal spæla finalu móti Novak Djokovic

Casper Ruud vann sannførandi á í Alexander Zverev í hálvfinaluni í French Open

Tað vera norski Casper Ruud og 22-faldi Grand Slam vinnarin úr Serbia, Novak Djokovic sum møtast í finaluni í French Open tenniskappingini á Roland Garros leikvøllinum í París.

 

Finalan verður leikt sunnudagin klokkan 14.

 

Casper Ruud vann sannførandi 3-0 (6-3, 6-4 og 6-0) á týska, Alexander Zverev í hálvfinaluni.

 

Novak Djokovic vann 3-1 (6-3, 5-7, 6-1 og 6-1) á spanska, Carlos Alcaraz í hálvfinaluni.

 

Í fjør tapti Casper Ruud fyri spanska, Rafael Nadal í finaluni í French Open.

 

Novak Djokovic er greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna sítt 23. Grand Slam heitið við einum sigri á Casper Ruud sunnudagin.