At Frískúlin við Hoyvíkstjørn, sum hevur meira enn 45 ár á baki, leggur stóran dent á fakliga støðið, sæst aftur í landsroyndunum. Her standa flokkarnir seg væl, tá hugt verður eftir miðalkarakterinum fyri føroyskar fólkaskúlar.
Fólkaskúlatilboðini í høvuðsstaðnum og landinum annars eru nógv í tali. Frískúlar eru alternativ til hinar skúlarnar. Í hesum føri er talan er um ein lítlan skúla, ið bæði leggur alstóran dent á fakliga innihaldið, eins væl og trivnaðin hjá næmingunum. Av tí, at flokkarnir eru smáir, er sera gott pláss til tann einstaka næmingin. Frískúlin virkar eftir somu fakligu reglum, sum vanligir fólkaskúlar. Tó er tað soleiðis, at skúlin leggur størri dent á ávís virðir, sum skúlin heldur vera týdningarmikil at læra næmingarnar.
Stórur dentur verður lagdur á at hava gott samstarv millum skúla og heim og at skapa tryggar karmar fyri næmingarnar. Millum annað við at halda eitt árvakið eyga við og mótarbeiða happing. Somuleiðis leggur skúlin stóran dent á leik og spæl og at hava ein miðvísan kostpolitikk, har grønur og sunnur kostur er í miðdeplinum. Skúlin leggur stóran dent á sang og tónleik. Miðvísa arbeiðið hjá Frískúlanum við Hoyvíkstjørn sæst aftur í landsroyndunum, tí her standa næmingarnir seg væl, tá hugt verður eftir miðalkarakterinum fyri føroyskar fólkaskúlar, sigur Sunneva Maria Guðmundsson, skúlastjóri.