Í kvøld byrjar skeið í serligu brasiliansku ítróttargreinini ”Capoeira” í Yndi Fitness. Capoeira er ein samanrenning av dansi og stríðsítrótti. Ítrótturin hevur sín uppruna frá afrikonsku trælunum, sum á sinni vóru førdir til Brasilia. Instruktørur er Russell Fielding úr Florida í USA. Russel lesur Landafrøði og Fólkalívsfrøði á Luisiana State University. Har undirvísur hann í Capoeira í frítíðini. Yndi Fitness hevur fingið samstarv við Russel, so tey koma at hava hann at undirvísa í hølunum Yviri við Strond í 5 vikur.