Úrvalsliðið vann sum væntað

Sterkt mannaða úrvalsliðið mátti stríðast fyri sigrinum í Okkara summarkappingini

Summarkappingin hjá monnum er av, og stórfavorittarnir á sonevnda úrvalsliðnum vunnu finaluna við 25-29 á H71.

H71 byrjaði dystin væl betri og trýsti favorittarnar væl, so teir á úrvalsliðnum runnu aftaná fyrstu 45 minuttirnar, og áskoðarar fingu ein fínan - og stundum hart spældan - dyst.

Eftir at hava verið aftanfyri 16-14 í steðginum, fann verjan hjá favorittunum stevið frammanfyri Nicholas Satchwell. Við einum korterið eftir javnaði úrvalsliðið til 21-21, og so koppaði dysturin. Úrslitið gjørdist 29-25 til úrvalsliðið.

H71 - Úrvalsliðið 25-29 (16-14)

H71: 

Vilhelm Poulsen 8 mál

Leivur Mortensen 4 

Rói á Skipagøtu 4

Peter Krogh 2

Pætur Thomsen 2

Bogi Hansen 1

Sigmundur Nolsø 1

Djóni G. Joensen 1

Høgni F. Gaard 1

Pætur Mikkjalsson 1

Ári E. Dam

Hørður Trygvason

Ólavur Hansen

Bergur Ákason

Sveinur Olafsson

Úrvalsliðið

Jónas G. Djurhuus 5 mál

Áki Egilsnes 4

Fríði Weyhe 4

Kjartan Johansen 3

Helgi H. Hoydal 3

Allan Norðberg 3

Rúni Vest Højgaard 3

Høgni Klein Olsen 2

Brandur Halgirsson 1

Andor Sivertsen 1

Nicholas Satchwell

Jóhan Hofgaard