Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin
Á tingfundinum mikudagin 13. des. atkvøddu 17 tingfólk fyri at broyta grein 266 b í revsilógini. Hendan greinin hevur onki praktiskt virði, tí hon snýr seg einans um, at ongin skal hava loyvi til í lesarabrævi ella á annan hátt alment at hótta, háða ella niðurgera fólk vegna teirra viðfødda samleika, og hetta er ikki ein trupulleiki, sum nakrantíð hevur fingið fútan at vakna. (Fútin er tann einasti, sum hevur rætt til at ákæra eftir hesi lógargreinini). Havandi í huga, at tey, sum sambært hesi lóg skulu eitast at vera vard, bæði eru kallað talebanar, fundamentalistar og onnur háðandi og niðurgerandi orð, má ásannast, at lógin eru fullkomiliga óvirkin og ónýtilig. Enntá umboð fyri tey samkyndu sjálvi hava víst á, at lógin í sjálvari sær ikki hevur praktiskan týdning, men snýr seg fyrst og fremst um signalvirði og viðurkenning. Og júst tí hevur undirritaði ikki á nakran hátt kunnað tikið undir við lógarbroytingini. Tí signalvirði og lógarfest viðurkenning hevur djúptøknar avleiðingar. Tann, sum ikki sær, at í hinum norðanlondunum hevur gongdin verið ein støðug eftirlíkan av krøvum teirra samkyndu, er blindur við vilja. Sjálvandi vilja tey samkyndu krevja øll lógarfest rættindi til at skipa teirra lív eftir teirra fortreytum, og tað er eisini teirra almenna dagsskrá. At føroyskir politikkarar, sum í dag atkvøddu ja fyri lógarbroytingini, skulu vera so lítið at sær komnir, at teir í fullum álvara siga, at hendan lógarbroytingin onki hevur við aðrar møguligar komandi lógarbroytingar at gera, er at kasta fólki torvmold í eyguni. Tað er sum at siga, at vegaføringin til Hovstunnilin als onki hevur við sjálvan tunnilin at gera. Sjálvandi og aftur sjálvandi er hendan broytingin fyrsta og týdningarmesta rivan í brimgarðinum, sum verjir føroyska samfelagið móti teirri hálovaðu altjóðagerðini. Sjálvandi er hetta lykilin, sum letur hurðina upp inn til sjálvtøkuborðið, sum hini norðurlondini eru vorðin. Og sjálvandi fer gongdin nú at vera tann, at sekulariseringin av føroyska samfelagnum fer at taka dik á seg. Hava vit fyrst givið eftir fyri villeiðandi og væltalandi tolseminum, so hava vit samstundis frásagt okkum møguleikan fyri at seta mørk. Hvar skulu tey setast? Vilja hesi somu tingfólk ikki eisini verja rættin hjá samkyndum til skrásett parlag? Er tað ikki eisini bert ein spurningur um javnrættindi og tolsemi, og skulu tey ikki hava sama rætt sum øll onnur í samfelagnum? Og tá tann rætturin er vunnin, er tíðin tá ikki eisini komin til, at hesi, sum "elska hvønnannan so ómetaliga høgt", ikki eisini hava rætt til at fáa børn og sleppa at hava eitt "normalt" familjulív á jøvnum føti við øll onnur? Og tey gjalda eisini kirkjuskatt, og fara sjálvsagt eisini einaferð at hava rætt til kirkjuliga vígslu - hvør kann í tolsemis og næstrakærleikans navni seta seg upp ímóti tí?
Norðurlendska sjálvtøkuborðið
Norðurlendsku vælferðarsamfeløgini verða hálovað av ja-síðuni. Formaður Tjóðveldisfloksins nýtir øll høvi at greiða frá, hvussu týdningarmikil altjóðagerðin er, og í hesum liggur serliga, at vit skulu gerast eins samfeløg sum hini norðurlondini - ikki minst Danmark, sum er stóra fyrimyndin hjá Tjóðveldisflokkinum í hesum døgum, Karsten Hansen undantikin. Men hesi londini hava mist virðini. Einastu virði, sum nú verða dyrkað, eru tolsemi, sjálvsøkni og "bara eg sleppi at gera, sum eg vil, so vertin á, hvat tú gert, bara eg fái frið". Ryggurin er farin úr samfelagnum og tjóðskaparligi samleikin er horvin. T.d. Danmark er í dag eitt multietniskt samfelag. Alt gott um tað, men tað ræðandi er, at so hvørt, sum ymsu bólkarnir - tað veri seg fólkabólkar ella minnilutabólkar - seta fram ynski og krøv um lógarfestan rætt til eitt og annað, geva danir eftir og lata sær lynda. Kjarnin í tolseminum og í "næstrakærleikanum" er júst at geva eftir, tá onkur krevur sín rætt. Men hesi, sum krevja sín rætt, geva ongantíð eftir, tey bara krevja, tí tey eru minniluti og fáa við tí atgongumerkinum atgongd til alt, sum tey krevja. Og tann fitti, tolsami, hóvligi og eftirgevandi danin sigur "ger so væl, so leingi, sum eg fái frið". Tíverri eru danir nú komnir so mikið áleiðis, at teirra egna mentan í ávísan mun má víkja fyri fremmandum mentanum, bæði í handilslívi, í skúlum og á almennum støðum annars. Til dømis nú jólini nærkast, mugu teir ansa eftir ikki at stoyta nakran við ov nógvum jólapynti, har fremmandir minnilutabólkar finnast við øðrvísi mentan. Teir mugu heldur ikki biðja ov nógvar kristnar bønir á almennum støðum sum t.d. í fólkaskúlunum, tí tað stoytir fremmandar minnilutabólkar. Tí má hvør einast høsnarungi, sum seldur verður, fyrst verða signaður av islamiskum bønum, fyri at hann kann seljast í vanligum handlum. Tí mugu tey samkyndu fáa loyvi til at skipa síni viðurskifti á jøvnum føti við vanlig hjún. Tí mugu tey, sum finna fragd í skøkjulevnaði, sleppa at liva sambært sínum lystum, sum jú sjálvandi eru viðføddar. Tí mugu kvinnurnar, sum ráða yvir egnum kroppi, sjálvandi fáa fosturtøku, tá tær krevja tað - sektin á, hvønn rætt barnið hevur í móðurlívi. Og tí mugu tey, sum hava lystir til kynsligan umgang við djórum, sjálvandi sleppa at liva sambært sínari kynsligu orientering, tí tað er jú helst eisini viðføtt og krevur bæði tign og virðing frá landsins fólkavaldu umboðum. Øll hesi viðurskifti eru avleiðing av somu argumentum og sama hugsunarhátti, sum liggur aftanfyri broytingina í revsilógini § 266 b. Býttisligt, snævurskygt og óupplýst tolsemi, sum á løgnan hátt hevur megnað at kollrent einari samlaðari norðurlendskari parlamentariskari skipan.
Eg sigi bara - vælgagnist tykkum í Tjóðveldisflokkinum og øðrum við hesa altjóðagerð, sum í botn og grund hevur eitt endamál, og tað er oyðileggja og knúsa tey virðir, sum okkara forfedrar í guðsótta, vísdómi og virðing fyri nátturuni og menniskjuni hava lagt sum grundvøll fyri føroyska samfelagnum.
Verður friður nú?
Onkur politikkari er so naivur, at hann væntar frið um hetta evnið framyvir. Gjørdist tað friður í hinum londunum, tá tey lótu dyrnar upp? Beint tvørturímóti. Tá tey samkyndu fyrst høvdu fingið fótin inn um í lógarverkinum, fór kavabólturin veruliga á rull. Og síðani hevur verið buldur og brak um teirra viðurskifti seinastu 20-30 árini, og tað er ikki liðugt enn. Soleiðis verður eisini í Føroyum. Høvdu vit hinvegin staðið fast, eins og vit gjørdu í fjør, hevði møguliga verið friður. Tá høvdu aktivistarnir helst givið skarvin yvir og góðtikið støðuna. Men nú er hurðin latin upp. Nú eru uppskotini til næstu afturstigini á gáttini, og tá høvi bjóðast, verða tey løgd fram. Og tá skal Føroya fólk aftur leggja oyra til endaleysu herferðirnar hjá fjølmiðlunum. Tá skulu vit aftur - allir føroyingar - við lógarkravdum kringvarpsgjaldi gjalda fyri einvísa propagandavirksemið hjá Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya. Og tá skulu ivasamir politikkarar aftur leggjast undir trýst og bróta ryggin.
Vónin
Mín vón er, at føroyskur ungdómur er ábyrgdarfullur. Mín vón er, at føroyskur ungdómur fer at reisast til stríð fyri føroyska samfelagið, fyri virðini og fyri framtíðina. Eg veit, at eitt nýtt ættarlið er á veg, sum hevur sterkan rygg og sum setir guðsótta, vísdóm og virðing fyri nátturuni og menniskjuni í hásæti. Tá verða tað tey, sum sita við atkvøðuknapparnar á Føroya Løgtingi - og tey fara at hava rygg og dirvi til at steðga "altjóðagerðini".