Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar í alsamt størri og størri tali, fara nú uttanlands at arbeiða. Tað staðfestir Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. - Tað er ein heilt øgiligur eftirspurningur eftir at fáa føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar uttanlands at arbeiða, sigur hom Og tað eru nógvir, sum taka av, tí tað er heilt vanligt, at lønin er minst tvær ferðir so høg sum í Føroyum, leggur hon afturat.
Vit hava hoyrt nógv um, hvussu nógvir føroyskir handverkarar fara uttanlands at arbeiða, tí lønin er so góð. Men tað eru ikki bara handverkarar, sum fara uttanlands at arbeiða - Tað eru eisini rættiliga nógvir sjúkrarøktarfrøðingar, sum fara uttanlands at arbeiða, sigur Óluva í Gong.
Hon vísir á, at nógvastaðni er tað ein "heilt ekstremur" eftirspurningur eftir sjúkrarøktarfrøðingum, ikki minst teimum við serútbúgvingum. Samstundis er ómetaliga torført hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum at fáa fast starv í Føroyum. Avleiðingin er, at eisini sjúkrarøktarfrøðingar í stórum tali flýggja uttanlands at arbeiða.
- Norskar vikarstovur eru ógvuliga ágangandi í royndini at lokka føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar til Noregs at arbeiða, sigur Óluva í Gong.
- Ein norsk vikarstova hevur beinleiðis vent sær til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at biðja um teldupostin hjá øllum limunum í felagnum. Og teir sjúkrarøktarfrøðingar, sum lata sína teldupostadressu frá sær, verða undirdíktir í tilboðum um starv hvønn einasta dag, sigur hon.
Og lønin uttanlands er so nógv hægri enn í Føroyum. - Tað er heilt vanligt, at ein føroyskur sjúkrarøktarfrøðingur við serútbúgving, sum fer til Noregs at arbeiða, fær 60.000 krónur í løn um mánaðin. - Og har er so stórur tørvur á sjúkrarøktarfrøðingum, at tað er heilt vanligt, at lønin fyri at arbeiða á einum røktarheimi í í Noregi er meiri enn tvær ferðir so høg, sum hon er í Føroyum, sigur Óluva í Gong.
Hon sigur, at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hava ikki verið so hugaðir fyri at fara uttanlands at arbeiða, teir hava heldur tikið tímalønt størv og leys størv. - Men tann tíðin er farin. Sjúkrarøktarfrøðingar vilja hava fast starv og seta búgv og fáa teir ikki fótað sær á føroyska arbeiðsmarnkaðinum, gera teir tað onkra aðrastaðni.
Tí fara føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar eisini í stórum tali til Noregs og Danmarkar at arbeiða. - Tað er at javnan, at sjúkrarøktarfrøðingar venda sær til okkara at fáa vegleiðing um, hvussu teir skulu bera seg at fyri at fáa norska autoritatión. Í løtuni hava 90 føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fingið norska autoritatión frá heilsustýrinum, men talið veksur alsamt. Harafturat koma so teir føroysku sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum útbúgva seg í Danmark og fáa norska autoritatión beinleiðis haðani.
Men tað er ikki bara til Noregs, at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fara, teir fara eisini til Danmarkar, sigur forkvinnan í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.
Meiri um málið seinni |