Seinastu tíðina hevur flogferðslan verið illa darvað av mjørka.
Men tað síðsta vit frætta, er, at nú darvar mjørkin eisini teimum stóru ferðafólkaskipunum.
Eitt dømi um tað er stóra ferðamannaskipið, Sea Princes, sum skuldi koma til Føroya í dag.
Skipið hevur verið í Oslo og skuldi leggja at í Føroyum klokkan átta í morgun við heili 1800 ferðafólkum, áðrenn tað heldur leiðina víðari fram til New York
Men orsaka av tí nógva mjørkanum, gjørdi skiparin bara av at venda út aftur, soleiðis at eingi ferðafólk sluppu í land.
Ætlanin var annars, at skipið skuldi liggja við bryggju í Havn í allan dag, til klokkan 17, soleiðis at ferðafólkini fingu møguleika at fara bussferðir runt í oyggjunum ella at sleppa runt í Havnargøtum.
- Men tá einki er at síggja fyri mjørka, varð hetta av ongum og tað er er ein stórur missur fyri ferðavinnuna og handilsvinnuna.
Myndin er tikin av fyrr í summar, og onkuntíð hevur verið trongligt í Havn