Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K felagið hava undirskrivað avtalu um um nýggjan tvey ára sáttmála. Hetta hendi týsdagin hin 16. apríl.
Vinnuhúsið veit í dag at siga, at nýggi sáttmálin fylgir karminum fyri hesa samráðingarrundina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Tað merkir, leggur Føroya Arbeiðsgevarafelag aftrat, at partarnir samdust um eina lønarhækking á 3,26 prosent 1. árið, og 2,56 prosent 2. árið.
Umframt avtalaðu lønarhækkingina, eru eisini aðrar broytingar og tillagingar gjørdar í sáttmálanum millum feløgini.