Heri Trondesen ? sang
Rúni B. Larsen ? trummur
Regin Skarðhamar ? gittar
Jógvan Hansen ? bass
Sixth Commandment At The Gates of Heaven gongur undir styttingini S.C.A.T.G.O.H.
Bólkurin er mannaður við lutvíst ungum tónleikarum, sum hava spælt saman í nøkur ár. Tríggir av tónleikarunum hava áður verið við í Prix Føroyum, tað var fyri tveimum árum síðani.
Teir spæla rocktónleik, bæði tungan punkmerktan tónleik og friðarligari rock.
S.C.A.T.G.O.H. er ein av bólkunum, sum venur á Margarinfabrikkini í Havn. Teir hava ikki spælt nógv alment, men nú fáa teir ein møguleika til tað.