- Sjálvandi hugsar tú eisini tankan, hvussu tað hevði verið, um tað var tú sjálv, ið upplivdi eina slíka syndarliga hending. Men sum sjónleikari eri eg noydd at halda eina ávísa frástøðu ímillum mítt privatlív og tann leiklutin, eg skal spæla, sigur 49 ára gamla Annika Johannesen. Hon hevur høvuðsleiklutin í leikinum Sár á Sál, sum í hesum døgum verður spældur á Tjóðpallinum. Ein leikur eftir Kristinu S. Hansen, sum er bygdur á syrgiligu vanlukkuna í 2006, tá báðir synir hennara og ein vinmaður teirra doyðu í eini eldsvanlukku.
Eingin kensluvavgreytur
Í leikinum spælir Annika Johannesen leiklutin sum mamman, ið hevur mist tveir synir. Ein leiklutur, sum hevur verið ein stór avbjóðing fyri Anniku Johannesen, ið hevur útvið 30 ára royndir sum sjónleikari.
- Søgan fær kenslur fram og setur nakran tankar í gongd bæði hjá okkum leikarum og áskoðarum. Fyri meg hevur tað verið serliga avbjóðandi at skula gera tekstin livandi, finna ein máta at framstilla tekstin, soleiðis at fólk kunnu taka ímóti tí, ið kemur fram á pallinum, greiðir Annika Johannesen frá. Tað hevur verið av alstórum týdningi, at leikurin á ongan hátt skal blíva til kensluporno.
- Søgan er ræðulig, og leikurin kundi lættliga blivið ein vavgreytur av kenslum. Kristina og eg vóru tó púra samdar í frá fyrsta degi, at leikurin á ongan hátt skuldi blíva ov nógv av tí góða í sambandi við kenslurnar. Tað er ikki har, styrkin í leikinum liggur. Ístaðin eru tað orðini, ið skulu lýsa støðuna, sigur Annika Johannesen.
Sjálv er hon mamma at fýra børnum, harav tað yngsta er fimm ár – um sama aldur sum tann eini av drongjunum, ið doyðu í eldsvanlukkuni í 2006.
- Eg ivist ikki í, at tað hevði verið annarleiðis fyri meg at spælt henda leiklutin, um so var, eg ikki sjálv átti børn. Hinvegin so eigur ein professionellur sjónleikari at hava evnini at kunna seta seg inn í ein og hvønn leiklut, sigur Annika Johannesen.
Leikurin rørir fólk
Tá Kristina S. Hansen vendi sær til Anniku Johannesen um leiklutin, tók hon ikki av tilboðnum alt fyri eitt.
- Eg hugsaði meg um í eina tíð, áðrenn eg segði við Kristinu, at eg fegin vildi royna meg í hesum leiklutinum. Eg skuldi jú til Føroya at spæla leikin fyri føroyingum, sigur Annika, sum býr í Keypmannahavn.
- Eg visti, at hetta var ein søga, sum rørdi fólk, og tískil var rættiliga viðbrekin, fortelur Annika Johannesen frá.
Eftir at hon hevði fingið leikritið og lisið tekstin, var hon tó als ikki í iva um, at hon vildi spæla leiklutin.
- Tá var eg ikki eitt sekund í iva, tí leikurin kann nakað heilt serstakt. Í mínari verð er Sár á Sál eitt listarligt meistaraverk, og tað er einki minni enn eitt bragd av Kristinu at hava skrivað leikin, sigur Annika Johannesen.
Tær báðar kennast umvegis sjónleikarayrki, men síggjast ikki privat, og tað hevur verið ein fyrimunur í sambandi við leiklutin hjá Anniku Johannesen og annars leikin sum heild.
- Hvørki eg ella Sofía Nolsøe, sum eisini spælir við í leikinum, eru á nakran hátt tengdar at sjálvari hendingini í 2006. Tí hevur tað verið gjørligt hjá okkum báðum at fara beinleiðis inn á uppgávuna og síggja tekstin sum ein leik, greiðir Annika Johannesen frá og leggur afturat.
- Hinvegin so kemur tú sum leikari ógvuliga tætt at upplivingini og teimum kenslunum og tonkunum, sum Kristina hevur havt. Tú skalt gera tað til títt egna so at siga, og tað hevði ikki borið til fyri mítt viðkomandi, um eg og Kristina ikki høvdu stórt álit á hvørji aðrari.
Grátandi áskoðarar
Leikurin Sár á Sál rørir ikki bert Anniku Johannesen. At áskoðararnir eisini fáa ávísar kenslur fram undir leiksýningunum, upplivir Annika Johannesen undir hvørjari sýning.
- Tú hoyrir, hvussu søgan rørir fólkini, sum eru til staðar í salinum. Eg vil siga, at salurin er livandi. Ja, leikurin fær eisini tárini fram hjá nøkrum av áskoðarunum, fortelur Annika Johannesen og leggur afturat:
- Men tað er í lagi, tí hetta er eitt kensluborið rúm. Og tað merki eg væl, sigur Annika Johannesen.
Tær fyrstu venjingarnar til leikin fóru fram í Keypmannahavn í umleið ein mánað. Seinastu 14 dagarnar áðrenn fyrstu sýningina vandu tær á Tjóðpallinum í Havn. Hóast dúgliga venjing, kennir Annika Johannesen eitt ávíst trýst á sær áðrenn hvørja sýning.
- Eg kenni tað sum, at hvørt kvøld skal bogin spennast, og tað er ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum. Eg verði hvørja ferð noydd til sjálv at merkja tað, sum teksturin fortelur. Tað er bara á tann hátt, at eg kann vísa áskoðarunum tað, sum søgan skal fortelja, greiðir Annika Johannesen frá og heldur fram:
- Eg veit, at tað eru nógv fólk, sum onkursvegna eru tengd at sjálvari hendingini, og at temaið er ógvuliga viðbreki, men tað er mín vón, at áskoðarin situr eftir við eini kenslu at hava upplivað nærveru. Tí gjøgnum nærveruna nerta vit við tað viðbrekna evnið í leikinum, tað vil siga at vera í stórari sorg. Nakað vit annars ikki plaga at nerta við, sigur Annika Johannesen.
- Mær dámar væl, at vit í felag kunnu koma tættari at nøkrum, sum annars er rættiliga privat, men sum ávirkar øll. Tað er tað, hesin leikurin kann, sigur Annika Johannesen.
Fakta:
Navn: Annika Johannesen
Aldur: 49 ár
Bústaður: Keypmannahavn
Útbúgving: Sjónleikaraútbúgin í Århus
Annika Johannesen er fødd og uppvaksin í Tórshavn. Sum 24 ára gomul bleiv hon útbúgvin sjónleikari í Århus. Hevur verið partur av Århus Theater og Det Kongelige Teater í fleiri ár. Arbeiðir í løtuni sum fríyrkisfólk.