Søgan um ein soldát

Í hesum døgum framføra Annfinnur Heinesen og Aldubáran leikin Søgan um ein soldát. Sjálvur sigur Annfinnur, at søgan søgan er klassisk, og snýr seg um kærleika, nøgdsemi og frælsi, og at tað er ikki vist, at vit verða eydnusom, hóast vit eiga alt, ið kann keypast fyri pengar

MENTAN




Eftir at hava spælt nakrar skúlasýningar teir seinastu dagarnar eru sjónleikarin Annfinnur Heinesen og Aldubáran til reiðar at fara á pall í gamla Posthúskjallaranum í Tórsgøtu í Havn at framføra leikin Søgan um ein soldát.
Leikin skrivaði Charles-Ferdinand Ramuz í 1918, og tónaskaldið Stravinsky eigur tónleikin. Føroyskað hevur Dánial Hoydal, og Hans Tórgarð leikstjórnar..
Sjálvur sigur Annfinnur Heinesen við Sosialin, at leikurin minnir ikki sørt um verk hjá Dario Fo. Annfinnur spælir sjálvur allar leiklutirnar, sum eru Fanin, Forteljarin og Soldáturin. Verkið snýr seg um strembanina eftir ungdómi og eydnu, um at pantseta sálini fyri mammon. Hetta er tað klassiska temaið, ið vit eisini kenna frá Goethe, ið hevði fingið íblástur úr Jobs bók: Faust, ið selir sál sína til Mefisto.
Annfinnur greiðir frá, at søgan í stuttum snýr seg um kærleika, nøgdsemi og frælsi, og at ikki alt gull glitrar.

Ferðast við leikinum

Stravinsky verður roknaður sum stóri nýskaparin í tjúgundu øld. Hann var í útlegd í Sveis, tá ið hann skrivaði tónleikin. Hóast hetta, so er verkið á tremur við russiskum fólkatónleiki. Samstundis blandar Stravinsky alheimstónleikin uppí: hann nýtir elementir úr jazz, ragtime, tango, Bach-koralir, pasodoble, wienarvals og marsjtónleiki.
Tíðirnar vóru ringar í 1918, fyrri veraldarbardagi leikaði á, so ráðini vóru ikki góð, og nógv skuldi fáast burturúr lítlum. Tí er verkið er júst skrivað, so til ber at ferðast við tí. Og tað er eisini júst tað, sum Annfinnur og Aldubarán ætla at gera við Søguni um ein soldát. Umframt at hava almennar sýningar í gamla Posthúskjallaraunum hóskvøldið, fríggjadag og sunnudag, verður leikurin eisini spældur í Vágum týskvøldið og í Atlantis í Klaksvík mikukvøldið í næstu viku.


-- -- --

MYNDATEKSTUR
Annfinnur Heinesen spælir allar leiklutirnar í Søguni um ein soldát, og sum tað hómast á eygnabráunum sjónleikaranum, verða bæði tær góðu og ringu síðurnar í tilveruni viðgjørdar í leikinum

Mynd: Høgni Heinesen