Undiritaði hevur lítlan hug at skriva hesa frágreiðing, tí ikki er tað vanligt og enn minni skuldi tað verið neyðugt at skriva frágreiðingar til fjølmiðlarnar um eitt mál, sum eigur bæði lóg, siðvenju og fastar mannagongdir at ganga eftir. Tá ið henda frágreiðing kortini verður send fjølmiðlum og øðrum, so er tað í teirri vón, at fjølmiðlar, fólk við áhuga fyri tílíkum málum og ikki minst okkara kosnu politikarar kunnu gera sína egnu metingar um rættlætið hjá P/F Vágatunnilinum, sum okkara fólkaræði hevur litið upp í hendur at umsita 160 mio. kr. á fullgóðan hátt.
Sum kunnugt vórðu boðini at gera vegir og brúgvar báðumegin tunnilsmunnarnar latin upp á Hotel Hafnia tann 18. mai 2000, og boðini hjá teimum 7 byggifyritøkunum, sum vóru innbodnar at bjóða, sóðu soleiðis út. Viðmerkjast skal, at boðini vóru sett saman av trimum arbeiðum, og í yvirlitinum eru boðini samanløgd:
1. P/F Byggitek kr. 21.684.852,00
2. P/F J&K Petersen kr. 23.300.000,00
3. Sp/F JHR entreprenørar kr. 29.590.377,00
4. P/F á Heygnum kr. 29.990.216,00
5. Byggisamtøkan HON kr. 30.380.163,00
6. Sp/F Kanjon kr. 37.457.690,00
7. P/F Guttesen & Staksberg kr. 10.491.310,00 (bara brúgvin á Streymoy)
Her var lítið at ivast í, og nú høvdu vit væntað sum lægstbjóðandi at fingið fundarboð frá Landsverkfrøðingsstovninum, sum hevði sent okkum útbjóðingartilfarið og er byggiharraumboð og eftirlit hjá P/F Vágatunnilinum.
Fyrsta fyriboðan
Tann 18. mai var ein hósdag, og høvdu vit rokna við at hoyrt rættiliga skjótt frá byggiharraumboðnum um at koma til fundar at gera sáttmála um umrødda arbeiði. Fyrsti illgrunin um, at eitthvørt ikki var rætt fatt kom mánadagin 22. mai, tá ið arbeiðsformaður okkara greiddi frá, at hann sama dag hevði fingið tilboð frá einum leiðandi medarbeiðara hjá J&K Petersen um at gerast maskinførari í teirra nýggju maskinu, tí J&K Petersen fór at fáa arbeiðið við at gera vegir og brúgvar í sambandi við Vágatunnilin. Eg valdi at skúgva hesum til viks sum skemt.
Næsta fyriboðan
Næsta ?fyriboðan? kom viku seinni, tá ið vit frættu frá donskum maskinsølufólkum, at J&K Petersen var í ferð at keypa maskinur til tunnilsvegagerðina, tí hesir søgdu seg at hava fingið hetta arbeiði at gera. Hetta byrjaði so smátt at órógva okkum eisini tí, at tíðin var farin at líða, og vit settu okkum tí í samband við stjóran P/F Vágatunnilinum tann 29. mai. Í telefonsamrøðuni greiddi Dávid Reinert Hansen frá, at nevndin í P/F Vágatunnilinum hevði avgjørt, at samráðast skuldi við J&K Petersen, og at avgerðin var tikin út frá eini sokallaðari heildarmeting. Ikki var var gjørligt at fáa stjóran at greiða nærri frá, hvat lá undir hesi heildarmeting.
Sama dag sendu vit P/F Vágatunnilinum skriv, har vit fýltust at mannagongdini ? og serliga tí at vit um sama mundið fingu upplýst, at báðir ráðgevandi stovnarnir hjá Vágatunnilinum (P/F Landsbyggifelagið og Landsverkfrøðingsstovnurin) høvdu tilmælt til at taka av boðnum hjá okkum.
Heildarmeting?
Vit vóru nú ógvuliga ørkymlaðir av støðuni, tí givið var, at henda heildarmetingin mátti byggja á sera álvarsom viðurskifti, tá ið so gomul og føst siðvenja varð blakað á bláman.
Vit royndu at gita, hvør orsøkin var, tí bara teknisk ella fíggjarlig viðurskifti kundu grunda so løgnan atburð. Hinvegin ? bara tað at vera útvaldur saman við øðrum 6 byggifyritøkuum at bjóða var í sjálvum sær ein ?góðskugóðkenning?, soleiðis at ein í forhond varð mettur at megna uppgávuna bæði tekniskt og fíggjarliga. Trupult var at fáa eyga á aðrar forðingar, sum kundu avdúka atburð P/F Vágatunnilsins.
Áðrenn grundgevingin undir heildarmetingini kom
Fyri okkum var tað altavgerandi at finna orsøkina til hesa heildarmeting, tí henda hevði verið orsøk til, at vit ikki kundu koma upp á tal, hóast vit høvdu lægsta tilboðið og vóru av fakkunnleikanum innstillaðir at fáa arbeiðið ? fakkunnleiki, sum hevur 40-50 ára royndir at meta um tílík viðurskifti. P/F Vágatunnilin hevur fakkunnleika í einum stjóra, ið ikki hevur serligar drúgvar royndir umframt nevndarlimum, sum eru: Klæmint Weihe, nevndarformaður (stjóri í SEV), Bergur í Garði, næstformaður (postverksstjóri), Jens Kári Vilhelm (stjóri í Framtaksgrunninum), Dávid Reinert Hansen (stjóri í P/F Vágatunnilinum) og Heri Hammer (býarverkfrøðingur í Klaksvík). Um nevndin hevur tikið avgerðina fullmannað, eru eingir upplýsingar.
Lat tað vera sagt beinanvegin, at tað er ikki vanligt, at byggiharrin setur metingar og tilmæli hjá ráðgevarunum til viks, tí ivi verður tá reistur um førleikan hjá ráðgevunum. Lesarin kann so sjálvur meta um metingarførið hjá ávikavist P/F Landsbyggifelagnum og Landsverkfrøðingsstovninum øðrumegin og P/F Vága-tunnilinum hinumegin.
Tíðin gekk og eingin grundgeving kom fram í ljósmála, men tíðindi vóru farin at ganga.
Eftir at fjølmiðlar og onnur vóru farin at hava áhuga fyri málinum, hoyrdist nevndarformaðurin í P/F Vágatunnnilinum siga í viðtali í ÚF, at J&K Petersen bert vóru kr. 600.000,- hægri enn vit, um øll alternativ vórðu tikin við. Ikki fyrrenn landsstýrismaðurin í vinnumálum kravdi eina frágreiðing frá P/F Vágatunnilinum, fekst greiði á nøkrum viðurskiftum.
Grundgevingin kom, lægsta boð gjørdist næst lægst
P/F Vágatunnilin mátti senda Vinnumálastýrinum eina frágreiðing. Vit hava ikki fingið avrit, og máttu vit nýta lógina um alment innlit til tess at fáa frágreiðingina hjá Vágatunnilinum um grundgevingarnar fyri heildarmetingini um at forfjóna okkum. Nú vóru vit komin til 7. juni.
Eftir grundgevingini at døma eru hesi viðurskifti generelt sæð grundarlagið hjá Vágatunnilinum, og sum tað verður sagt í frágreiðingini ?Til tess at meta um, hvat boð er til mestan fyrimun fyri felagið?, verða boðini mett út frá:
?Samsvar við ætlan fyri útbjóðing
?Prísi
?Alternativum og reguleringum
?Tekniskum viðurskiftum, so sum uppskot til arbeiðsætlan og amboð
?Skipan av arbeiðinum, leiðslu og manning
?Fíggjarligum umstøðum
Samanum tikið vildi P/F Vágatunnilin nú vera við:
14) at P/F J&K Petersen var vorðið kr. 300.000,- bíligari enn vit!
15) at sami hevði størri tekniska leiðslu og fíggjarliga orku og tí
16) mettir kunna gera arbeiðið liðugt til tíðina
Eg skal ikki plága lesaran við smálutum, men stutt viðmerkja, at roknistykkið hjá Vágatunnilinum tykist føra til, at verður roknað nóg leingi, kann umrødda arbeiðið gerast ókeypis.
Viðvíkjandi tekniskari og fíggjarligari orku og hetta at gera arbeiðið liðugt til tíðina er einans at viðmerkja, at hesi viðurskifti eru mett í sambandi við, at vit vórðu innbodnir at bjóða, og at tveir sera royndir stovnar hava tilmælt, at vit skulu gera arbeiðið.
Málsviðgerðin higartil
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur álagt P/F Vágatunnilinum at tingast við okkum sum havandi lægsta tilboð. Fundur var avtalaður tann 9. juni, men varð avlýstur, tí stjórin í P/F Vágatunnilin bar seg undan, orsakað av banninum, sum Føroya Handverksmeistarafelag hevði lýst tann 31. mai. Okkum kunnugt varð bannið einans lýst navngivnum fyritøkum, sum bjóðaðu ! Avtalað varð síðan, at nýggjur fundur skuldi verða tann 14. juni, men boð komu stutt eftir, at Dávid Reinert Hansen verður burturstaddur alla vikuna (vika 24), og eingin nýggjur fundur er avtalaður.
P/F Vágatunnlinum tykist ikki hava skund
Vit hava ikki enn mist vónina um, at P/F Vágatunnilin ber seg at sum allir aðrir byggiharrar og tekur upp tingingar við lægstbjóðandi og tekur tey mál upp á fundi við okkum, sum eiga at verða viðgjørd millum okkum og teir og ongan annan ? og ikki í fjølmiðlum og allar aðrar óviðkomandi staðir. Hevði hetta byggimál verið viðgjørd eftir vanligum leisti, høvdu vit fyri langari tíð síðan verið bodnir til fundar um sáttmála at gera arbeiðið. Til lesarans upplýsing skal nevnast, at bara lægstbjóðandi kann lækka sítt tilboð enn meir. Hetta kunnu hinir bjóðararnir ikki gera sambært lógina um útbjóðing (licitatión). Tað má standa flestu fólkum greitt, at tað hevði verið skilabetri at fingið tílíkt burtur úr, enn at fara undir kryptiskar og kanska ólógligar lækkingar av næstlægsta tilboðið og so í seinasta enda rokna við einum millióna-endurgjaldskravi frá okkum omaní. Telur tað heldur ikki við, at vit eru samstarvsfelagar hjá NCC Vágakonsortiet, ið hevur lægsta tilboðið til sjálvt boriarbeiðið ?
Niðurstøða
Hetta er sum at vera boðin í brúdleyp sum verdugur gestur og so verða hunddálkaður, uttan at nakar rættir hond frá síðu at steðga hesum. Betur hevði sømt seg brúðarparinum ikki at boðið okkum í hetta brúdleyp.
Hvussu hetta brúdleyp fer at enda er ilt at siga, men sum náttin líður ber veitslan brá av gølu, men enn ber brúðarparinum og teirra avvarðandi til at bjarga brúdleypinum frá at enda í skomm og gølu, sum leingi fer at verða havt á munni.
Tórshavn, hin 12. juni 2000
Vegna P/F Byggitek
Tummas Sørensen, stjóri