Søgan um Pál er eitt ævintýr

- Søgan um Pál er eitt ævintýr, sum H.C. Andersen ikki kundið skriva betri, sigur viðmerkjari hjá Rás2, Dánjal Hestoy. Formaðurin í svimjisambandinum hálovar suðringinum, sum er heilt, heilt einastandandi

Formaðurin í Svimjisambandinum hevði trupult við at finna orð, tá hann skal lýsa avrikið hjá Pál í heimsmeistarakappingini í Shanghai í gjár. Tað líkist annars ikki Jón Hestoy.
- Mær vantar orð fyri at lýsa kensluna, eg havi júst nú, segði Jón Hestoy, tá hann var biðin at lýsa avrikið hjá Pál um middagsleiti føroyska tíð í gjár.
- Hetta er heilt, heilt fantastiskt. Eitt fjórða pláss kunnu vit ikki verða skuffað yvir og tíðin er í serflokki. Pál er ultimativt tann besti norðurlendski svimjarin, og hann morlaði norðurlendska metið frá síðsta ár, sum hann sjálvur átti, staðfesti Jón Hestoy.
Pál svam teir 1500 metrarnar í Shanghai upp á 14.46.33.
Viðmerkjarin á Rás2 í samband við heimsmeistarakappingina í svimjikappingina, er av somu sannføring sum formaðurin.
- Hetta er eitt ævintýr, sum H.C. Andersen ikki hevði skrivað betri, segði Dánjal Hestoy.


Fólk elska Pál
At søgan um Pál er serstøk, eru tað ikki bara føroyingar, sum halda. Sambært Jón Hestoy eru fólk heilt ovfarin av avriki hansara.
- Hetta er nakað fólk leggja merki til. Fólk elska Pál, tí hann er maðurin sum skapar søguna, segði Jón Hestoy og vísti til nógv fólk búgva í Kina, USA og Ungarn, sum millum annað vóru tey londini, Pál kappaðist við.
- Fólk spyrja um tað búgva 4,8 milliónir fólk í Føroyum. So spyrja tey uppaftur, um tað var 480.00 fólk, men nei, her búgva 48.000 fólk. Pál er heimagjørdur, føddur og gøddur í Suðuroynni. Hetta er ein søga, sum øll elska, gjørdi Jón Hestoy greitt.

Pál kann blíva betri
Sambært Jón Hestoy, er søgan um Pál ikki skrivað liðug enn.
- Tað er eingin ivi um, at Pál kann blíva betri. Vit vita júst, hvørjir hansara veikleikar eru. Hansara beinspark er ov veikt og avslutningurin tað sama, men eftir feriuna hjá Páli fara vit at leggja eina detaljeraða skrá fyri, hvussu arbeiðast skal fram til OL í 2012. Fáa vit hesi tingini upp á pláss, so er einki mark fyri, hvat vit kunnu droyma um til OL. Møguliga tosa vit um heiðursmerki og tað er so ótrúliga stórt, at tað er vitleyst, segði Jón Hestoy.


rolant@sosialurin.fo