Nú veit eg ikki, hvar markið gongur ímillum tað sum er líkt, og tað sum er ólíkt, men eg má í hvussu so er staðfesta, at tað mangan hevur gingist honum illa at mótprógva mínum pástandum.
Nú vísir Høgni á, at eg havi gjørt ein feil í míni seinastu grein, og her má eg geva honum rætt. Eg havi, av eini ella aðrari orsøk, ikki lagt til merkis, at hóast hann spurdi um skattalættar fyri bæði land og kommunur (sum jú er ein rein manipulatión), so hevur Fíggjarmálaráðið kortini verið somikið at sær komið, at tað í svarinum, ikki hevur tikið kommunurnar við. Tað átti eg sjálvsagt at lagt merki til.
Men tá tað er sagt, so má Høgni geva mær rætt í tí, at skattalættarnir hjá ABC-landsstýrinum kostaðu ikki 382 mió. krónur. Hann má eisini geva mær rætt í tí, at hann orðaði spurningarnar til Fíggjarmálaráðið soleiðis, at árið 2004 (tá Sjálvstýrislandsstýrið gav stóran skattalætta), varð als ikki talt við. Harafturat vórðu skattalættarnir hjá Sjálvstýrislandsstýrinum og teir hjá ABC-landsstýrinum roknaðir út frá heilt ymiskum fortreytum. Eg skal greiða nærri frá hesum.
Láturlig villeiðing
Tá ABC samgongan samtykti at lækka skattin fyri seinast vunnu krónuna, so var tað fyri, at tað skuldi loysa seg at arbeiða meira. Um vit siga, at hetta eydnaðist, og at fólk fóru at arbeiða meira, so merkir tað, at lønarútgjaldingarnar vuksu. Tá lønirnar vaksa, verður eisini meira goldið í skatti. Men nú kemur tað løgna í roknistykkinum. Tí jú meira landskassin fær inn orsaka av hesum, hægri verður talið, sum landskassin “missir” í mun til gamla skattastigan. Tí er spurningurin høpisleysur.
Lat okkum ímynda okkum at vit settu skattin uppá 100%. So høvdu øll hildu uppat at arbeitt, og landskassin hevði onga krónu fingið inn í skatti. Í tí førinum hevði svarið uppá spurningin verið, at skattabroytingin kostaði einki, tí landskassin hevði heldur onga krónu fingið inn eftir gamla skattastiganum, um eingin arbeiddi.
Hetta er fullkomuliga láturligt!
Fakta
Tað var breið politisk semja um, í 2002, at skattirnir skuldu lækka. Sjálvstýrislandsstýrið, sum frammanundan hevði lækkað blokkstuðulin við 366 mió. krónum, lækkaði eisini skattirnar við 125 mió. krónum eftir tveimum árum. ABC-landsstýrið lækkaði síðani skattirnar við 227 mió. krónum eftir fýra árum.
Tí kann tað ikki vera nakar ivi um, hvør lækkaði inntøkurnar mest, hóast “smartir” fyrispurningar og tíðindaskriv kunnu fáast til at vísa nakað annað.