SÍ-TB 3-0 (25-19, 25-13, 25-16)
Sørvágskvinnur í SÍ hava av sonnum fingið ferð undir vengurnar. Tær eru nú komnar uppá átta stig og eru vælspælandi fyri tíðina. Tað eru tó enn eitt vet upp til oddaliðið úr fuglafirði, ÍF.
SÍ var betur
Tað tók umleið ein góðan tíma at avgreiða dystin í meistaradeildini hjá kvinnum sunnudagin.
Tað stóð javnt á, teir fyrstu bóltarnar, men so heldur ikki meira enn tað. Unga TB-liðið stóðu ikki SÍ mát í dag og máttu tessvegna taka til takkar við ósigri.
SÍ eru komnar uppá átta stig, fyri fimm dystir, og eru tað tvey stig færri enn oddaliðið ÍF, fyri somu mongd av dystum. So ikki kann sigast annað enn at tætt er í toppinum. Og skuldi annað liðið snávað, so er skjótt hjá einum øðrum at sníkja seg upp ímillum, og blandað seg í toppstríðið. Livst so spyrst.
TB tapa aftur
TB kvinnur tapa sín fjórða dyst í kappingini, og tær hava fýra stig, eftir seks dystum. Tær hava frí í næsta vikuskifti, so tær fáa longri tíð at fyrireika seg til dystin móti Mjølni í Klaksvík um fjúrtan dagar. Har ætla tvørákvinnur sær at vinna, hoyrist av Tvøroyri. –Vit vilja venda trilvandi gongdini og ynskja at leggja sjógv ímillum okkum og botnin, sigur Katrin Petersen, ein av álitisleikarunum á unga TB-liðnum.