Søgulig flogferð

Bæði hetlendingar og føroyingar tóku væl ímóti nýggju farleiðini hjá Atlantic Airways. Flogfarið var fult á søguliga túrinum úr bæði Føroyum og Hetlandi, og í London segði Magni Arge seg vóna, at henda leiðin skuldi verða í nógv ár framyvir



Tað var eitt stúgvandi fult flogfar, sum fór av flogvøllinum við kós ímóti London fríggjamorgunin. Hetta var túrur hjá Atlantsflog á nýggju leiðini, sum eitur Føroyar  London umvegis Hetland.
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, bjóðaði ferðafólkunum vælkomnum umborð. Hann greiddi frá, at teir og ikki minst hetlendingar, vænta sær nógv av rutuni, og at tað er teirra ynski, at fólkið í Føroyum og Hetlandi fer at taka væl ímóti nýggju farleiðini.
At Atlantic Airways flýgur til London er onki nýtt. Men tað er heldur onki nýtt í, at Londonfarleiðin enn ikki hevur riggað ordiligt. Atlantic Airways hevur flogið á London umvegis Aberdeen, og felagið hevur eisini roynt at flogið beinleiðis til London. Nú royna teir ein heilt annan møguleika, tá teir fáa hetlendingar við upp í leikin.
 
Longsta innanríkisflogsamband í Onglandi
Og júst tað at fáa hetlendingar við á Londonleiðina, ger túrin serligan á fleiri ymsar hættir. Fyri tað fyrsta var túrurin fríggjadagin søguligur, við tað at hann var tann fyrsti av sínum slag. Eitt annað sum ger túrin bæði søguligan og serligan, er, at hetta er longsta innanríksflogsambandi í Stóra Bretlandi.
 
Hetlendingar taka undir við leiðini
Tá føroyingar fara við flogfari út í heim, so er fyrsta málið at kalla hvørja ferð Keypmannahavn, og úr Keypmannahavn er tað at farið verður víðari, um tað er ynskið. Hetlendingar hava tað á sama hátt sum føroyingar. Tá teir fara út um landoddarnar, so gongur leiðin til Aberdeen. Við nýggju leiðini hava føroyingar og hetlendingar møguleikan at uppbyggja og grundleggja eitt beinleiðis samband til ein metropol í Evropa.
Hetta er eitt samband, sum Atlantic Airways metir, at bæði føroyingar og hetlendingar eru áhugaðir í at grunda. Og okkurt er, sum bendir á, at so er. Flogfarið úr Føroyum til Sumburgh í Hetlandi var so gott sum fult. Túrurin niður gekk upp á stás, og hukveikjandi er tað at staðfesta, at tað tók líka langa tíð at koma úr Havn til Sørvágs, sum at koma úr Sørvági og til Hetlands.
Í Hetlandi fingu lokalu fjølmiðlarnir høvi at práta við Magni Arge, áðrenn farið var umborð aftur á flogfarið. Helvtin av ferðalagnum fór tó ikki víðari, men tómu setrini í flogfarinum fyltu hetlendingar út, so flogfarið fór líka fult úr Hetlandi sum úr Føroyum, og helst er hetta ein ábending um, at hetlendingar eru sera glaðir fyri nýggju farleiðina.
 
Nógv ár framyvir
Túrurin til úr Hetlandi til Stanstedt í London tók ein tíma og tjúgu minuttir. Í London varð skipað fyri einum hátíðarhaldi, har øll í ferðalagnum kundu njóta ein glas av champagne ella djús saman við pinnamati og violintónleiki. Til hetta hátíðarhaldið segði Magni Arge nøkur orð, har hann millum annað segði, at hann fegnaðist um, at fólkið tók so væl ímóti nýggju farleiðini.  Henda leiðin fer ikki bara at vera ein summarleið. Her verður talan um heilársflúgving. Og tað er heldur ikki so, at vit bara flúgva henda teinin í ár. Tað skulu vit gera nógv ár framyvir, segði Magni Arge millum annað.