Nú er gjørligt at sleppa fram at søguligum skjølum á internetinum, sum higartil einans hava verið atkomulig á lesistovu Landsskjalasavnsins ella øðrum søvnum. ? Hesi skjøl verða nú tøk hjá einum og hvørjum á heimasíðuni www.history.fo. www.history.fo er ein heimasíða við keldum og hagtølum um søgulig, føroysk viðurskifti. Tað ber til at leita fram ymiskt tilfar og taka niður tilfarið av heimasíðuni. Tænastan er ókeypis. Einasta krav til brúkarar er, at tey vísa til kelduna.
Lættari atgongd fyri øll
Endamálið við history.fo er at gera søguligar keldur, søgulig hagtøl og annað søguligt tilfar lættari atkomuligt fyri almenningi og fyri fakfólki, bæði í Føroyum og aðrastaðni. Ætlanin er at so nógv tilfar sum gjørligt verður savnað á einum stað, so at øll sleppa framat hesum tilfari. Á henda hátt skal bera til hjá øllum sum hava brúk fyri at granska í ymiskum søguligum viðurskiftum í Føroyum, at fara inn á www.history.fo at finna fram upprunatilfar
Heimasíðan www.history.fo er skipað soleiðis, at skjølini eru býtt upp í bólkar antin í mun til evni ella í mun til hvør myndugleiki ið hevur framleitt tey. Hetta er gjørt so, at tað verður lættari hjá brúkaranum at finna skjølini.
Størsti keldubólkurin higartil eru kirkjubøkur, sum innihalda upplýsingar um føðing/dóp, ferming, vígslu og deyð, hjá øllum føroyingum. Elsta kirkjubókin sum í løtuni er á heimasíðuni byrjar í 1719 og er fyri Sandoy. Yngsta kirkjubókin endar í 1910 og er fyri Suðurstreymoy. Aðrir keldubólkar eru sokallaðar frágreiðingar, sum embætisfólk hava sent miðfyrisitingini.
Ætlanin er eisini, at aðrir stórir keldubólkar verða lagdir út á heimasíðuna. Ein teirra er sokallaðu ?fólkateljingarnar? harav tann elsta er frá 1801, meðan tann í løtuni yngsta alment atgongda er frá 1925. Hesar fólkateljingar verða væntandi tøkar á heimasíðuni komandi mánaðarnar.