##med2##
- Vit spældu væl í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at skora mál. Teir fingu mál við brotssparki, men eftir steðgin eydnaðist tað í fjúrtan minuttir at skora trý mál. Nú hugsa vit um næsta dyst, sum verður ímóti Víkingi. Vit vóna, at tað fer at eydnast at røkka plássið í Europa, men vit hugsa bara um ein dyst, og tað er tann ímóti Víkingi, segði NSÍ- liðformaðurin, Klæmint A. Olsen aftaná 3-2 sigurin hjá NSÍ í Fløtugerði í Fuglafirði.
Klæmint gjørdi sítt við at javna til 1-1 í 57. minutti við máli nummar 201 í bestu fótbóltsdeildini. NSÍ er nummar tvey við 53 stigum, átta stig aftanfyri oddaliðið, HB.
- Málið er at vinna hvønn dyst, og vit vinna vit teir fýra dystirnar sum eru eftir so sær gott út at røkka málsetninginum, ið er at sleppa út í Evropa sigur Klæmint A. Olsen.
Komandi leygarkvøld klokkan 19 tekur NSÍ móti Víkingi við Løkin í Runavík.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Klæmint A. Olsen aftaná sigurin í Fuglafirði.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við annan av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus, ið finst harðliga at dómaraavrikinum í Fuglafirði í dag.
Innkomin rætting: Nú er staðfest, at Petur Knudsen er skrivaður fyri 1-1 málið hjá NSÍ eisini.