Søguligur dagur fyri tey sálarsjúku

Svenning av Loft, formaður

Týsdagurin 8. apríl var ein søgurligur dagur fyri tey sálarsjúku, teirra kæru og øll tey, ið eru um tey sálarsjúku, og hava gjørt eitt megnararbeiði fyri hendan partin av samfelagsborgarum okkara.
Tað var sera hugaligt at sita í tinginum hendan dagin og lýða á tað, ið tingfólk høvdu at siga. Umboðini fyri allar flokkarnar vóru sera vælviljað fyri hesum uppskotinum um heildarpsykiatri, sum Bill Justinussen legði fram á tingborð hendan dagin.
Hetta er fyrstu ferð at eitt so umfatandi ált er komið á løgtingsborð. Hetta skal landsstýrismaðurin, Bill Justinussen, hava eina hjartans tøkk fyri. Hann hevur eisini boðað frá, at tað fer ikki at ganga long tíð áðrenn tey fyrstu lógaruppskotini til frama fyri tey psykisk sjúku fara at verða løgd fyri tingið til samtyktar - og tað gleða vit okkum til.
Vit fara eisini at takka teim tinglimum, sum í farnum árum hava havt viðurskifti teirra sálarsjúku á hjarta og reist fyrispurningar til landsstýrismenninar á økinum. Hetta hevur ikki verið til einkis.
Tvey valaálit eru seinastu árini løgd fyri landsstýrismenninar á økinum, umframt onnur frammanundan. Annað av teim seinnu álitunum bar heitið ?Ein glotti fyri framman?. Sinnisbati hómar nú ein glotta fyri framman, við tað at nevnda álitið um heildarpsykiatri er lagt fyri tingið til umrøðu. Tí gleða vit at okkum til at tey fyrstu ítøkiligu uppskotini fara at verða løgd fram á tingborð til samtyktar.
Vit fara at minna á, at størstur er tørvurin fyri bústøðum til tey sálarsjúku. Hetta má raðfestast fremst, saman við virknismøguleikum fyri tey sálarsjúku. Tí var spell, at sosialpsykiatrii-ætlanin ikki varð løgd fram á hesum sinni. Tað hevur sína serstøku orsøk. Men hesin parturin eigur at verða lagdur fram á ting so skjótt sum greiði er fingin á umsitingarliga spurninginum millum Páll á Reynatúgvu og Bill Justinussen. Sum skilst so er ætlanin, at Bill Justinussen í framtíðini fer at umsita alt økið, ið hevur við sálarsjúk at gera, og tað jú eisini tað einasta rætta, at alt psykiatriska økið er undir einum og sama landsstýrismanni.