Sæl er signað løta

MENTAN. Fylt av samleikakenslu stóðu fólk og táraðu og hildu hvør um annan, meðan Tjóðsangurin varð sungin í Odder Kirkju undir guðstænastuni í sambandi við føroyska mentanartiltakið seinasta leygardag

(ODDER, Danmark) Kenslurnar fingu loyvi at ráða sær sjálvum, meðan ein fullsett donsk kirkja endurljóðaði av føroyskum sálmasangi, tá hann er upp á tað besta. Meðan seinasti sálmurin, »Tú alfagra land mítt«, varð sungin, stóðu fólk og hildu hvør um annan, meðan tárini runnu stríð. Og deknurin hevði ilt við at lesa útgangsbønina beint eftir sálmin.

Tann hugnaliga, danska kirkjan var fullsett av føroyingum og dønum, sum á einhvønn hátt hava ávíst tilknýti til Føroyar. Har vóru makar hjá føroyingum, danir, ið sum ungir hava búð í Føroyum, onkur í Føroyum kendur filmstjóri umframt onkran tíðindamann frá lokalu pressuni.

Guðstænastan í Odder Kirkju seinasta leygardag var føroysk, øll sum hon var. Føroyski presturin í Danmark, Bergur Jacobsen, prædikaði. Sonja á Argjaboða, sum var høvuðsfyrireikari fyri tiltakinum, var deknur, og føroyski organisturin, Gudmund Mortensen, leikti á urguna. Allir sálmarnir, sum sungnir vórðu, vóru føroyskir upprunasálmar.

Havnarkórið, sum var í Danmark í sambandi við Vagn Holmboe festival í grannabýnum Horsens, var eisini við í mentanartiltakinum og setti sín dám á guðstænastuna.


Væl komnir føroyingar

Almenna móttøkan, føroyingarnir fingu í Odder, var hjartalig. Borgarstjórin, formaðurin í mentanarnevndini og formaðurin í Norrøna Felagnum í býnum røddu við ymsu tiltøkini, sum hildin vórðu í sambandi við mentanardagin. Og allir gleddust um nýggja sambandið, býurin nú hevði fingið norður í hav.

Føroyska mentanartiltakið í Odder varð sett uttan fyri ráðhúsið í Odder. Tiltakið byrjaði við, at høvuðsfyrireikarin, Sonja á Argjaboða, ílatin føroyskan hátíðarbúna, vant Merkið á stong, meðan Havnarkórið sang »Eg oyggjar veit«.

Væl av fólki var komið saman til hesa hátíðarløtuna. Har vóru føroyingar úr øllum Danmark, og sum okkurt danskt blað skrivaði, var líkt til, at øll kendu øll, um farast skuldi eftir hálsfevning og glaðum smílum, tá fólk hittust.

Ein luttakari, sum komin var úr Føroyum dagin fyri, segði, at hann hevði hitt gamlan floksfelaga fyri fyrstu ferð í 38 ár. So sjálvsagt var eitthvørt at tosa um har, sum hjá so mongum øðrum, sum hittust.

Eftir at Merkið var vundið á stong, helt borgarstjórin í Odder, Elvin Hansen, røðu. Hann fegnaðist um, at føroyingar høvdu valt Odder til at halda hetta tiltakið í.

Sjálvur segði hann seg kenna lítið til Føroyar, annað enn tað, hann hevði lisið sær til. Men hann vónaði tó, at tað samband, sum var millum føroyingar og danir, fór at halda, hóast ríkisrættarligu viðurskiftini broyttust.

Somu vónir hevði Eyðun Elttør, landsstýrismaður, sum umboðaði Føroya Landsstýri. Ætlanin var, at løgmaður skuldi umboða almennu Føroyar, men honum barst frá, og við stuttum skotbrái tók Eyðun Elttør uppgávuna upp á seg.

Eyðun Elttør segði, at hann væntaði ikki, at tær samráðingar og tann politikkur, sum nú varð førdur í Føroyum, fór at ávirka tað persónliga vinalagið, sum var millum nógvar føroyingar og danir.


Mentan er so nógv

Nú varð tiltakið nevnt eitt mentanartiltak. Og føroysk mentan er so nógv, hóast føroyski dansurin ofta verður settur sum sjálv ímyndin av okkara mentan. Men eitt slíkt tiltak sum hetta hevði eisini annað at bjóða, hóast dansurin sjálvandi var við.

Eftir røður og kórsang var almenna setanin liðug, og Merkið veitraði uttan fyri ráðhúsið í Odder og segði frá, at her vóru føroyingar komnir til býin.

Farið varð síðan niðan í gongugøtuna, har Havnarkórið sang nakrar sangir, áðrenn ringur varð sligin, har bæði føroyingar og onnur, sum hættaðu sær, fóru uppí.

Tíðindafólkini frá lokalu pressuni í Odder, Horsens og Århus vóru serliga áhugað í dansinum.

Spurt varð um uppruna, hvør slapp við, hvussu leingi dansað varð, hvussu nógv ørindini vóru, og um hvussu torført tað var at læra stev.

Roynt varð at siga frá sum best so spyrjarin skuldi fáa sum greiðast fatan av tí, sum fyrifórst.

Í gongugøtuni varð, sum sagt, tikið saman, og Flóvin Bænadiktson varð kvøðin. Greitt var teimum forvitnu dønunum frá, hvat alt hetta snúði seg um. Søguna í vísuni. Um skiparan, sum skal leiða dansin. Hvussu umráðandi stevið er - hvussu neyðugt tað er at fáa vísuna undir fót - hvussu ein minnist øll hesi ørindini, hóast hendan nú er ein av teimum styttru.

Og spyrjarin ógvast og heldur tað vera nógv. So ikki er frítt, at ein hevur hug at reypa eitt sindur og siga frá, at onkur er, sum dugir meira enn 2.000 ørindi, sum hann bara dregur soleiðis hissini niður úr luftini, tá brúk er fyri teimum. Tá verður danska tíðindakvinnan heilt »benovet«, sum sagt verður har niðri.

Ymiskt var kortini, sum tey fingu burtur úr og endurgóvu í egnum blað. Onkur fekk søguna til, at talan var um tvær kvinnur, sum kappaðust um sama biðil. Onnur varð sjálvandi við undirlutan og fór í klostur.

Hetta við klostrinum vita føroyingar sjálvandi alt um. Men grundin til, at Marita fór í klostur, var nú ikki, at ein onnur kvinna fór við biðlinum.

Ein annar rættiliga týðandi partur av føroyskari mentan er trúarlívið. Og nevnt varð meira enn einaferð í røðum í sambandi við tiltakið í Odder, at guðstænastan hoyrdi til eitt slíkt tiltak.

Eftir dansin í gongugøtuni varð beinan vegin farið at leita sær eftir kirkjuni, har guðstænasta skuldi vera. Og tað var skjótt, at kirkjan var full. Væl áðrenn ringt varð, var hvør stólur fullur, og fólk sat í leysum stólum inn eftir gólvinum í sjálvum skipinum.

Høvuðsfyrireikarin, Sonja á Argjaboða, las inngangsbønina, Gudmund Mortensen, organistur, spældi og alt kirkjuliðið sang av fullum huga teir kendu, føroysku sálmarnar, sum valdir vóru.

Bergur Jacobsen, prestur, hevði ein góða prædiku, og tá endað varð við Tjóðsanginum, var løtan so rørandi, at stórur partur av kirkjufólkinum ikki fekk hildið kenslunum aftur.

Av sonnum var hetta at meta sum hátíðarligasta løtan undir øllum tiltakinum.

Einum sindri av danskari mentan, sum enn ikki er so heilt vanlig í Føroyum, varð kortini pláss fyri. Eftir guðstænastuna varð farið í Kirkecentret beint við kirkjuna, har Handelsstandsforeningen beyð kaffi við onkrum afturvið. Hugnaligt stað, har nógv fólk var samankomið. Stundir góvust at heilsa upp á fólk og tosa við »bygdarfólk«, um ein so kann siga, hóast umleið hálv øld var ímillum, og vit ikki høvdu búð í somu bygd samstundis.

Men aftur her varð sannað, sum so mangan, at ...»dit mål røber dig«. Hóast ein hevur búð burtur úr bygd ein mansaldur, er tað altíð okkurt, sum hongur við. Og soleiðis ber ofta til at staðbinda fólk, ein hittir.

Upp í ta »fínaru« mentanina verður myndlist av summum ofta roknað. Og millum bestu myndlistafólk okkara telist avgjørt Tróndur Patursson.

Tróndur hevði saman við tveimum ungum listakvinnum, Hansinu Iversen og Vígdis Petersen, listaframsýning í ráðhúsinum.

Framsýningin lat upp eftir kirkjukaffið, og formaðurin í mentanarnevndini í Odder Kommunu, Bent Olsen, setti framsýningina.

Bent Olsen segði, eins og borgarstjórin, at hann bert kendi Føroyar av umtalu, og nú kanska eitt sindur av føroyskari list. Hann segði frá, at nýggjur skúli er í umbúna í Odder. Hesin skúlin skal eisini prýðast við ymsari list, og ein teirra, sum úttøkunevndin hevði valt at prýða skúlan, æt Zacharias Heinesen, segði Bent Olsen. Nú hevði hann funnið út av, at hesin Heinesen var føroyingur. Og tað metti hann var eitt gott dømi um, at føroysk list mundi vera nakað góð.

Vígdis Petersen, sum sýndi fram keramiklist, var sjálv stødd á framsýningini.

Eitt sindur hugstoytt var kortini, at hølini, listaframsýningin stóð í, vóru heldur óegnað til slíkar framsýningar. Har var alt ov lítið ljós, so hesi frálíku verkini komu als ikki til sín rætt. Fólk, sum áður hava sæð verk hjá Tróndi Patursson, vita, at her skal ljós til. Og tað manglaði í ólukku mát í hesum betonbygninginum frá sjeytiárunum. Ein bygningur í líknandi stíli sum Journalistháskúlin í Århus, sum rektarin har segði vera bygdan í stíli, hann nevndi »Jysk Brutalisme«. Alt bert grátt beton.


Í vertskapi fróur og glaður

Føroyingar eru vertskapsfólk og duga væl at skemta bæði við egið sum annans borð.

Til eitthvørt størri tiltak hoyrir ein rimmar veitsla, og mentanartiltakið í Odder var einki undantak í so máta.

Tá liðið var væl út á seinnapartin fóru fólk at savnast í høllini við ein av skúlunum í Odder, har umleið 270 fólk høvdu sett hvørjum øðrum stevnu til at dansa og leika, til náttin aftur gjørdist til dag.

Tey komu úr eystri og vestri. Úr norði og suðri. Umframt tey lokalu. Tí sjálvandi vóru eisini almennir gestir bodnir við. Bæði frá Odder býráði, skúlaleiðsluni, Norrøna Felagnum og sjálvandi landsstýrismaðurin við frúu.

Eyðun Elttør, landsstýrismaður, fekk eitt serligt minni heim aftur við sær. Tí mitt undir borðhaldinum varð hann ringdur upp av manni, ið segði seg vera fulltrúa á løgmansskrivstovuni, sum boðsendi honum til kreppufund í Keypmannahavn. Landsstýrið var farið úr Føroyum, varð sagt. Grundin var tann, at grønlendingar nú eisini vóru farnir at kvaklast í fullveldismálinum.

Samrøðan gjørdist drúgv og landsstýrismaðurin var vist ikki heilt álviligur við støðuna, sum nú hevði tikið seg upp. Líka til hann fann út av, hvør dagurin var. Tað var tann 1. apríl, veitslan varð hildin.

So alt endaði aftur í góðum skemti, sum landsstýrismaðurin dugdi væl at taka. Og hann helt seg heldur ikki undan, tá seinni varð heitt á hann um at koma á pallin at vera forsangari, tá menninir í veitsluni allir samlir reistust og sungu »Blómuna« hjá Poul F. fyri kvinnunum.

Ikki skuldi tað tó spyrjast aftur í lond, at kvinnurnar í dag standa aftan fyri menninar. So tær kvittaðu við at fara upp allar samlar, føroyskar sum danskar, at syngja frændasangin um »Eros« fyri monnunum. Og tað var ikki so heilt galið, varð hildið av onkrum, sum gleddi seg til framhaldið seinni um náttina...

Borðreitt varð við fiska- og skeljamati, sum góðir, hálvføroyskir kokkar stóðu fyri. Annar hevði danska mammu og búði í Føroyum, meðan hin hevði føroyska mammu og búði í Danmark. Meira diplomatiskt fær tað neyvan verið. Men samd vóru fólk um, at hesin matur var nakað av tí besta, tey yvirhøvur høvdu borið í munn.

Føroyskt harmonikulið var komið niður at spæla, og teir spældu undir við borðhaldið, eins og teir spældu til dans aftaná.

Danirnir, sum við vóru, høvdu meira enn eina ferð á orðið, hvussu fantastiskt vertskapsfólk føroyingar máttu vera, um hetta var vanligt har heima. Og sjálvandi varð latið væl at, tí soleiðis er veruliga ofta.

Tá leið nakað út á náttina, og borgarstjórin í Odder fór heim, beyð hann føroyingum at vera hjartaliga væl afturkomnar til Odder, um slíkt tiltak varð hildið aftur.

So góðum líkt varð dansað fram móti morgni. Síðan leitaðu fólk sær til høldar í ávístum støðum, sum fyrireikararnir høvdu fingið til vega.

Sunnumorgunin klokkan tíggju varð Merkið strikað uttan fyri ráðhúsið í Odder. Tað varð tó sjálvandi tikið niður leygarkvøld og vundið aftur á stong sunnumorgun. So ongum nýtist at misskilja nakað her.

Tá nøsin aftur varð vend móti Føroyum mánadagin, var eingin í iva um, at av sonnum kundi sigast, at:

»Føroyum høvum vær hepni gjørt.«