Sól, æl og eingin vindur á Summar Festivalinum

Veðrið verður hampiligt á Summar Festivalinum

Um veðrið í dag sigur DMI, at tað verður 4-10 m/s av suðri og útsynningi. Turt fyri tað mesta og nakað av sól. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 12 stig. At síggja til verður veðrið á Summar Festivalinum heilt hampiligt. Hósdagin verður 4 - 9 m/s av suðri ella útsynningi. Einstøk æl og annars sól. Hitin millum 8 og 12 stig. 

 

 

 

Fríggjadagin verður 3-8 m/s av suðri og útsynningi, um náttina minkar í undir 5 m/s av ymsum ættum. Einstøk æl og sól. Hitin millum 10 og 12 stig um dagin, og um 6 - 9 stig um náttina.

 

 

 

Leygardagin somuleiðis at kalla eingin vindur - undir 5 m/s av ymsum ættum. Tó fleiri æl leygardagin og bert eitt sindur av sól, skrivar DMI.