Klaksvík:
Frítíðarplássið úti í Grøv er ein sonn perla, tá tað kemur til at fara eina útferð saman við familju ella vinum. Og tað vóru mong, sum nýttu høvi til tess í góðveðrinum hósdagin. Frítíðarplássið sær aftur út sum tað gjørdi, áðrenn ógvusliga skriðjulopið í tann 18. septembur 2000, tá tað nógva regnið oyðilegði ein stóran part av plássinum.
Og tað fegnast klaksvíkingar og norðoyingar um, tí vanligt er, at mong hava tað sum ein fastan tátt at leggja sær leiðina út har, tá veðrið er so gott, sum tað var hósdagin.
Og tað var sera stuttligt at síggja, hvussu børnini hugnaðu sær í ánni, har tey vassaðu og spældu so góð.
Onkur var enntá so djarvur at leypa á sjógv og svam í Borðoyavík, men um tað var so lýtt í veðrinum hósdagin, skal her vera ósagt. Men fólk hugnaðu sær í øllum førum.
Tað sást ikki bert úti í Grøv, at veðrið var gott. Nógv fólk vóru úti og spákaðu í býnum og helst allir barnavognarnir í Klaksvík, sum ikki vóru úti í Grøv, sóust í gøtunum hendan dagin.
Summi nýttu eisini høvi til at fríðka um uttan fyri húsini hjá sær. Fólk sóust mála og lúka ókrút og annað tílíkt. Og ongin ivi var um, at sólin var sterk og heit, tí nógv fólk vóru longu vorðin heilt reyð ella brún tíðliga seinnapartin.
Og sjálvandi vóru tað eisini mong, sum vóru í bønum og hoyggjaðu ella hongdu upp í turkilag. Og tað var lag á manni at fáa hoyggið turt, nú rættiligur hoyterri er. Hann sigur eisini frá góðum veðri í nakrar dagar aftur at, so um tað heldur sær, so kann tað væntast, at onkur fær alt hoyggið turt um vikuskiftið.
Summarið í ár hevur annars ikki verið tað stóra at reypa av. Onkrir góðir dagar hava verið bæði í mei, juni og juli, men munnu teir helst kunna teljast á aðrari hondini. So nú er tað bara gott, at fáa onkrar góðar dagar, meðan vit framvegis kunnu siga, at tað er summartíð.