##med2##
– Hesa tíðina á árinum taka vit ikki eins nógvan laks, men vit royna nú at finna aðrar marknaðir, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.
Tað var 10. februar í ár, at Bakkafrost varð útihýst frá Russlandi.
– Vit vóna, at tað kemur upp á pláss aftur skjótt. Heilsufrøðiliga Starvsstovan arbeiðir við tí, og vit vóna, at um ein mánað fer tað at lata upp aftur, sigur Regin Jacobsen
Viðvíkjandi søluni til Kina, so er eisini steðgað upp har hjá Bakkafrosti, nú coronavirus breyt út.
– Tá ið tað kinesiska nýggjárið er, fáa vit vanliga ikki selt nakað í einar tvær vikur til Kina. Hesaferð uppliva vit, at steðgurin verður longdur, sigur Regin Jacobsen.
Hann vísir á, at sjálvt um Bakkafrost ikki kann selja nakað til Kina í løtuni, so vónar hann tó, at tann marknaðurin fer at lata upp aftur um ikki so drúgva tíð.
– Fólk í Kina skulu eisini eta, sigur hann.
Stjórin í Bakkafrosti er tó ikki bangin, nú 40 prosent av marknaðinum brádliga er afturlatin.
– Vit arbeiða við at selja meira til ES-londini og USA í løtuni. Vit mugu síggja, hvussu tað fer at ganga við støðuni í Kina, men vit vóna, at tann marknaðurin eisini fer at lata upp aftur, sigur Regin Jacobsen.
Føroyar hevur upparbeitt sær meira og meira av heimsmarknaðinum, tá ið talan er um laksaframleiðslu
– Okkara framleiðsla er umleið 4 prosent av øllum heimsmarknaðinum av laksi, sigur Regin Jacobsen.
Lurta eftir samrøðuni, sum Árni Gregersen hevði við Regin Jacobsen í FM1.