Sóley er frísk

14 ára gamla Sóley Sivertsen í Hoyvík hevur loksins fingið at vita, at HIV-smittaða blóðið, hon fekk undir eini skurðviðgerð í fjør, ikki hevur bitið á

Seinnapartin í gjár boðaði Jan Gerthtoft, lækni á Ríkissjúkrahúsinum, Sigrið og Júst Sivertsen frá, at dóttur teirra Sóley er frísk. Tríkombineraða medisinska viðgerðin, ið Sóley hevur fingið síðani januar í fjør, tá ið hon undir eini skurðviðgerð fekk HIV-smittað blóð, er sostatt eydnast fult og heilt. Og tað er einki minni enn ein sensasjón, eitt eindømi í øllum heiminum.

Í fimtan mánaðir hava tey bíðað eftir endaliga svarinum, og nú kunnu Sóley og foreldrini fara heim aftur til Føroyar í vissuni um, at tey hava vunnið stríðið ímóti hesi herviligu sjúkuni. Ikki færri enn 25 royndir eru tiknar av blóðnum hjá Sóley síðani 22. januar í fjør og allar hava verið negativar. Læknarnir, ið í byrjanini lótu foreldrini hjá Sóley vita, at vandin fyri, at Sóley var smittað, var ógvuliga stórur, hava útsett endaliga dómin fyri at vera heilt vissir. Nú tora eisini teir at trúgva uppá, at Sóley er sloppin undan - sum tann fyrsta nakrantíð.