Sólglottar og kavaavfall næstu dagarnar

Vetrarveðrið heldur fram á sama hátt

Danska veðurstovan DMI roknar við, at kaldliga veðrið við sólglottum og kavaavfalli heldur fram alla næstu vikuna.

DMI sigur, at mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s, av landnyðringi. Nakað av sól, men eisini onkur vátakava- ella kavaæl. Hitin millum 1 kuldastig og 4 hitastig.

Týsdagin og mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s, av landnyðringi og eystri. Nakað av sól, men eisini løtur við kava- ella vátakavaælum. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.

Hósdagin og fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul, 5-10 m/s, av landnyrðingi, í løtum upp í 13 m/s. Nakað av sól, men eisini løtur við kava- ella vátakavaælum. Hitin millum 1 kuldastig og 4 hitastig.