Sílið svimur fyri seg sjálvt

HR manningin vinnur hvørja ferð, og tá ið allir hinir bátarnir taka frá hvørjum øðrum er lítil ivi um, hvørja kós FM heitið hevur

5-MANNAFØR KVINNUR

Tað er eingin ivi. Fyrsta meistaraheitið í nýggju kappingini millum 5-mannafør við kvinnum, fer at enda í Havnar Róðrarfelag. Tað syrgja kvinnurnar umborð á Sílinum fyri.
Tær hava verið sannførandi vinnarar í øllum fýra kappingunum, sum higartil hava verið. Og tá ið hinir bátarnir taka stig frá hvørjum øðrum, so skal rættuliga nógv til, um Sílið nú skal missa fremsta plássið. Sílið hevur fult stigatal - 28. Blikur er næstfremstur við 18 stigum, og so er stórt glopp aftur til Fípuna Føgru og Frúnna, sum hava 12 stig.
Á Jóansøku endaði Frúgvin, ið var merkt av skaðanum, sum báturin fekk stutt undan róðrinum, sum nummar fýra. Ta ferðina var Miðvágs báturin níggju sekund aftanfyri Sílið.
Hesa ferð var Sílið aftur fremst, men nú var munurin aftur til Frúnna tvey sekund ella minni enn ein bátslongd. Fjarstøðan frá Frúnni og aftur til Blik var minni enn hálv bátslongd, og Firvaldur megnaði við fjórða plássinum at vinna bestu endastøðuna í ár.
Merkisvert var tað eisini, at róðrartíðin hjá Sílinum hesa ferð var meiri enn 38 sekund styttri, enn hon var tað á Jóansøku. Hesa ferð var ættin undan, meðan hon á Jóansøku var ímóti.

Úrslit
1Sílið05:10.01
2Frúgvin05:12.03
3Blikur05:13.16
4Firvaldur05:14.14
5Fípan Fagra05:15.19
6Drekin05:16.14
7Ørnin05:19.09
8Ritan05:20.02
9Royndin Fríða05:22.08
10Junkarin05:28.13
11Falkur05:42.0