Sálin á Verkstaðnum

Hóast Grafiski Verkstaður Føroya nú flytur í nýggj høli, er ongin vandi á ferð, tí verkstaðurin hevur sína egnu sál. Kinna Poulsen, listfrøðingur, lítur aftur á 10 ár á gandakenda verkstaðnum


Nú leygardagin verður almenn upplating av Grafiska Verkstaði Føroya á nýggja búðstaðinum á Skálatrø í gomlu fabrikkini hjá Østrøm. Nýggju hølini eru stór og vøkur, eins og nýggja útsýnið yvir Vestaru Vág, Vágsbotn og Tinganes er nakað væl vakrari enn tað gamla yvir á stadionøkið. Eg gleði meg til leygardagin og til at síggja tey fyrstu prentini, sum Tóroddur Poulsen fer at gera á nýggja verkstaðnum, men fari áðrenn at loyva mær at kaga aftur í tíð til gandakendar løtur í Gundadali seinastu 10 árini. 



Farvæl til fótbóltin

Heili níggju ár eru flogin framvið, síðani Per Kirkeby arbeiddi á verkstaðnum í 2000. Hann lýsir í síni bók um ferðina til Føroya millum annað útsýnið í Gundadali:

“Værkstedet lå i Tórshavn. Et anneks til det færøske kunstmuseum. Jeg arbejdede mest i et lille rum, nærmest en entré til værkstedet... I denne entré stod jeg og tegnede på de litografiske sten. Færøerne lå uden for døren. Men når jeg lukkede døren op og kiggede ud, var der kun fodbold. Hele døgnet blev der spillet på stadionanlæggets baner lige udenfor. Gik man lidt op ad veje, så man ud over Tórshavn og Nolsøs karakteristiske profil. Der var en sådan præcision og geologisk logik i den streg, at jeg blev henrykket ved hvert blik.”

Júst Kirkeby er dømi um samtíðarliga heimslist á hægsta støði, sum vit í ríkum máti hava havt høvi at uppliva á Grafiska Verkstaði Føroya tey tíggju árini, verkstaðurin hevur virkað. 



Professjonalisma og blíðskapur

Tað var, havi eg skilt, Bárður Jákupsson, sum tá var stjóri í Listasavni Føroya, ið átti upprunaliga hugskotið til at gera ein grafiskan verkstað í Føroyum. Hesin skuldi vera eitt tilboð til bæði føroysk og útlendsk listafólk, ið høvdu hug at arbeiða við steinprenti í Føroyum. Ein hugsan var eisini, at verkstaðurin skuldi vera eitt stað, har føroysk og útlendsk listafólk kundu hittast soleiðis, at Grafiski Verkstaður Føroya skuldi vera við til at knýta samband og samstarv millum listafólk tvørtur um landamørk.

At hetta er framúr væl eydnað við íblástri til allar síður, kemst fyrst og fremst av teimum báðum, Jan Andersson og Fríðu Brekku, sum varða av verkstaðnum og teirra serliga evni at sameina yrkisliga professjonalismu og gestablídni, ið mong av listafólkunum hava verið takksom fyri. Í eini grein um verkstaðin, sum Bárður Jákupsson skrivaði í myndaskránni til framsýningina “Tryk” á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn fyri fimm árum síðani, leggur hann sostatt dent á førleikar Jan Anderssons, bæði hansara framúrskarandi yrkisførleikar sum litografur, men eisini hansara frálíka innlivingarevni í mun til hvat tey (sera) ymisku listafólkini ætla og vilja. 



Gandaløtur

Sjálv havi eg havt ómetaliga nógvar góðar og kveikjandi løtur á Grafiska Verkstaði Føroya saman við Jan og Fríðu og ymiskum listafólkum, sum eg havi gjørt samrøður við, ella sum eg bara havi prátað við um lívið og listina.

Tað er als ikki lætt at taka samanum avrikið hjá Grafiska Verkstaði Føroya, tí tað hevur verið nógv og framúrskarandi við so mongum hæddarpunktum, at rúm ikki er at nevna øll í eini einstakari grein. Tó kann eg ikki lata vera við at leita aftur til ógloymandi kvøldið fyri seks árum síðani, tá tann seinasta myndin í myndarøðini “Litirnir hinumegin” hjá Rannvá Kunoy varð fullgjørd.

Tað var ísakalt og kvirt uttanfyri og heitt og rokaligt inni á verkstaðnum, og luftin tóktist lødd av einum næstan ítøkiligum spenningi. Rannvá hevði gjørt sítt, og Jan skuldi nú gera eitt royndarprent við nýggja litinum.

Tað liggur so ómetaliga nógv likamligt arbeiði í steinprenti og steinarnir eru tungir. Hesin steinurin, sum Rannvá arbeiddi við, kom eins og hinir úr Solenhofen í Týsklandi og vigaði ikki minni enn 82 kilo. Steinurin skal slípast eftir hvørjum umfari í pressuni, og tá hvør litur verður prentaður fyri seg og myndin er í 14 litum, er ikki torført at ímynda sær stríðið. At steinurin skal slípast eftir hvørjum umfari í pressuni vil siga tað sama sum, at einstøku partarnir av verkinum hvørva, so hvørt teir eru prentaðir, og hetta er júst gandurin við steinprenti. Har er bert møguleikin fyri tí eina upplagnum.

Tey eftirhondini mongu vitjandi á verkstaðnum, børn, skúlanæmingar, ferðafólk v.m. hava øll hoyrt søguna um hvussu steinprentið varð uppfunnið í 1796 av tilvild, tá Alois Senefelder noteraði okkurt fyri mammu sína við tí, sum var til taks, og hetta var prentlitur á steinplátuna, sum hann plagdi at ríva litir á. Tá hann seinni skuldi vaska plátuna, legði hann til merkis, at áskriftin stoytti vatnið frá sær og varð verandi, og her birtist hugskotið um at brúka steinar sum prentplátu í staðin fyri kopar.



Aftur til vetrarkvøld á verkstaðnum

Tá Jan boðaði frá, at royndarprentið við nýggja litinum var klárt at skoða, var listakvinnan sum eitt fok yviri hjá myndini, og hon setti beinanvegin knyklar í brýr. Hetta var ikki tann rætti liturin, og tí varð roynt aftur og aftur, meðan kvøldið gjørdist kaldari og myrkari, og ivin eina lítla løtu slapp at spæla sítt ørkymlandi spæl. Men brádliga var liturin rættur, og tað kendist eins og ein lætti fór gjøgnum allan verkstaðin. Nú var verkið liðugt og als eingin ivi kundi vera um tað.

Myndarøðin stendur enn í dag sum eitt meistaraverk, hvørs formar allir eru uppbygdir av vatnrættum linjum, ið eru samantvinnaðar av elatunnum tungum, sum ganga á skák niðan og oman gjøgnum myndarúmið. Rannvá hevur í myndabygnaðinum lagt serligan dent á tað horisontala, og gevur hetta eina róliga, flótandi kenslu av einum landslagi, sum ikki er eitt landslag, men ein hugans kompositión av eini ørgrynnu av litum í fullkomnari javnvág.

Umframt Rannvá og føroysku listafólkini hava nógv donsk listafólk arbeitt á verkstaðnum; t.d. Kathrine Ærtebjerg, John Kørner, Lise Blomberg Andersen og Poul Anker Bech eins og aðrir norðurlendingar sum Bragi Ásgeirsson, Roi Friberg, Arnannuaq Høegh, Franz Widerberg.

Millum mongu hæddarpunktini teljast altartalvuvariatiónirnar hjá Torbjørn Olsen, harav serliga tann eina, ið avmyndar Jesus í grøvini, er einastandandi góð. Peter Carlsen og Claus Carstensen hava báðir skapað stóra list á verkstaðnum, sum harumframt hevur verið karmur um myndlistarliga verk Tórodd Poulsens higartil. Stóra prentið hjá Bjørn Nørgaard við heitinum “Postkort fra Færøerne” er eisini ógloymandi á sama hátt sum hansara lýsing av Grafiska Verkstaði Føroya í nevndu myndaskrá “Tryk” ikki verður afturgloymd.

Skulu vit trúgva Bjørn Nørgaard er eingin vandi á ferð, nú verkstaðurin er fluttur. Hesin verkstaður hevur eina sál, sigur Nørgaard, men hon er fyrst og fremst kveikt av teimum menniskjum, sum hava teirra gongd á verkstaðnum, og tað vil siga Jan og Fríða og listafólkini og øll hini, tú og eg og øll, sum hava áhuga fyri myndlist, og sum við teimum nýggju og betru hølisumstøðunum fara at hava enn betri høvi at kaga inn í verkstaðin og fylgja við í gandakendu tilgongdini, tá steinprent verða til.

Vit vilja hiðani ynskja Grafiska Verkstaði Føroya hjartaliga tillukku við 10 ára degnum og við nýggju hølunum.


------------------------------

Grafiski Verkstaður Føroya hevur almenna upplating í nýggju hølunum á Skálatrø leygardagin 13.juni kl. 16.00. Framsýnd verða steinprent í úrvali.

---------------------------------------------------------