Sóljan fær góða undirtøku

4. mars 2005 var eitt ár síðani bussurin Sóljan hjá "Trivnaðargrunnurin fyri Sjúklingahotellið Tórshavn" var tikin í brúk. Longu nú hava góð 2100 fólk verið túr við honum

Bussurin er serliga ætlaður teimum sum í drúgva tíð búgva á Sjúklingahotellinum Tórshavn, so tey kunna stytta sær stundir og uppliva okkurt annað enn bert hotellið og Ríkissjúkrahúsið. Útferðir verða gjørdar til aðrar býir sum t.d. Hillerød, Helsingør, Roskilde og Malmø, har tey kunna vitja søvn ella vera við til onkur tiltøk.

Bussurin, sum nú hevur eitt ár á baki, varð tikin í brúk 4. mars í 2004. Talan er um brúktan Mercedes-Benz Sprinter til 9 pers. við øllum hentleikum.

Tað er "Trivnaðargrunnurin fyri Sjúklingahotellið Tórshavn", sum eigur bussin. Kári Petersen fotografur í Havn er formaður í grunninum, og hann fekk saman við øðrum góðum fólki hendan grunn í lag. Hesin grunnur rindar allar fastar útreiðslur av bussinum.

Í Keypmannahavn hevur Niels Jacob Nielsen, formaður í "Trivnaðarnevndini fyri Sjúklingahotellið Tórshavn", bussin um hendi. Hendan nevndin hevur til endamáls at hava bussin at koyra regluliga eini 2 - 3 túrar um vikuna. Eisini er ætlanin at nevndin skipar fyri hugnaløtum av ymsum slag á hotellinum.

Umleið 2100 fólk hava koyrt við bussinum, sum nevndin hevur givið navnið Sóljan. Ásannast skal at ikki altíð er lætt at manna bussin við sjálvbodnum førarum, men tann stóra fjøld av fólki, sum hevur verið við bussinum, bendir týðiliga á, at hetta tiltak er komið væl við hjá sjúklingunum og teirra avvarandi. Formaðurin Niels Jacob vónar tí at fleiri bjóða seg til at koyra túrar við honum.