Søljan ætlar at geva Neistanum harða kapping um bronsuheiðursmerkini í kvinnukappingini í ár. Liðið úr Vàgum hevur sítt besta kappingarár í mong ár, og tað vilja tær fegnar krúna við at vinna heiðursmerkir.
Eingin ivi í seinna hálvleiki
Sunnudagin var Søljan og vitjaði StÍF á Skála, og í fyrra hálvleiki var ikki nakar serligur munur á liðunum báðum. Fyrstu løtuna hevði Søljan munin, men so líðandi kom heimaliðið StÍF fyri seg , og fleiri ferðir var munurin ikki meiri enn tað eina málið.
Hetta var ikki minst Adelu í StÍF-málinum fyri at takka, tí hon hevði fleiri góðar bjargingar, og millum annað tók hon øll trý brotskøstini, ið Søljan fekk í fyrra hálvleiki.
Hetta var tó ikki nóg mikið til, at Søljan ikki var á odda í hálvleikinum, tí tað vóru tær, men munurin var ikki so stórur, einans trý mál.
Í seinna hálvleiki tóku gestirnir sær tó um reiggj, og tær settu av álvara ferð á spælið hjá sær, og so kláraði StÍF ikki at fylgja við. Gestirnir bara øktu og øktu, og heimaliðið fall meira og meira í fátt.
Enn einaferð vísti Nicoleta Radu Hansen, at hon er ein av allarfremstu spælarunum í føroyskum kvinnuhondbólti, og hon gekk undan hjá Søljuni og skeyt ikki færri enn 11 mál.
StÍF liggur framvegis triðniðast í deildini, og har verða tær allarhelst liggjandi í ár. Hinvegin verður spenningurin stórur, um tað fer at eydnast Søljuni at vinna bronsuplássið frá Neistanum.
StÍF-Søljan 16-27(11-14)
StÍF: Rebekka Justinussen 5, Poula D. Olsen 5, Rósa Johansen 2, Súnfríð B. Jacobsen 2(2), Malan Petersen 1, Bára B. Danielsen 1
Søljan: Nicoleta Radu Hansen 11, Lina Andriulyte 7, Heidi Maria Akselsen 4(1), Fía Selma Nielsen 2, Hertha Jónsdóttir Simonsen 2, Petra Thomassen 1
Brotskøst: StÍF 2(2), Søljan 6(2)
Útvísingar: StÍF 2, Søljan 5
Dómarar: Dánjal Samuelsen og Hartvig Joensen