Føroyska fyrstafrúan í Danmark, Sólrun Rasmussen, adúkaði ov nógv loyndarmál um trygdina í heimi teirra í sendingini um hjá DR2 í gjárkvøldið um gerandisdagin hjá húskinum hjá danska forsætisráðharranum
- Hatta var óheppið, sigur Martin Løvenhardt, stjóri í ansingarfyritøkuni, Nordic Security við BT. - Tað er altíð óheppið at avdúka trygdarviðurskiftini, leggur hann afturat í samrøðuni, sum eisini er endurgivin í fleiri øðrum miðlum.
Tað verður nógv gjørt burtur úr trygdini heima hjá forsætisráðharranum. Vaktir eru við hús teirra og rundanum húsini er vakmyndatól, lasarastrálur og alskyns onnur trygdarútgerð.
Og tað var akkurát hendan trygdarútgerðin, sum Sólrun Rasmusen blídliga fortaldi um ímeðan bæði myndatól og mikrofon vóru tendrað.
- Tað var ikki klókt, tí endamálið við slíkari trygdarútgerð er nettupp at fólk, sum vilja teimum ilt, verða steðgað so tíðliga sum gjørligt.
Martin Løvenhardt sigur, at tann, sum veit um lasarastrálur, hevur eisini møguleikar at sleppa undan at verða fangaður í teimum.
Sjálvur hevði hann broytt trygdina í kjalarvørrinum á avdúkingunum í sjónvarpinum, tí trygdarútgerðin er best, tá ið ongin veit um hana.