Foreldrini hjá Sólrun vóru Betty og Petur Skaale á Toftum. Tey fingu tvær døtrar. Sólrun var tann eldra, og Betty, sum er gift Jógvani við Keldu í Klaksvík, var tann yngra. Mamman doyði, tá ið hon hevði átt Betty, og hon er uppkallað eftir mammuni. Piddi var 93 ára gamalur, tá ið hann doyði í 1999. Hann búði fyri seg sjálvan, men Sólrun og hennara vóru serliga nógv um hann.
Sólrun vaks upp mitt í meldrinum á Toftum. Pápin hevði handilin og postin, og harvið kendi hann eisini ábyrgd fyri mjólkabátunum, sum við farmi og fólki sigldu millum Havnina og Skálafjørðin. Mest sum alla sína tíð hevur Sólrun verið við í virkseminum hjá pápanum, og í meiri enn 35 ár róku hon og maðurin handilin, sum tey seldu fyri fáum árum síðani.
Sólrun var ikki meiri enn stór smágenta, tá ið hon fór at spæla í sunnudagsskúlanum, og í meiri enn eina hálva øld hevur hon spælt til møtini í salinum. Ivaleyst eru tey fleiri, sum komast við plátuna, sum Sólrun Skaale og Oddmar Færø sungu fyri mongum árum síðani. Eitt nú sungu tey Lítið barn sum meg.
Sólrun fylgir væl við í samfelagnum, hon er familjukær, hevur serligt hegni at taka sær av fólki, og hon er sera góð við heimstaðin. Eitt nú hevur hon verið virkin í fornminnisfelagnum og bygdasavninum á Toftum, síðani tey vórðu sett á stovn.
Í 1967 giftist Sólrun við Hanusi Lómstein, sum er ættaður úr Syðrugøtu. Tey bygdu uppi á Hamri, og tey eru mong, sum hava sitið væl inni hjá teimum. Sólrun og Hanus eiga fýra børn, sum øll eru gift og eiga børn: Betty býr í Keypmannahavn, har hon er farmaseutur, Erla er trúboðari í Onglandi, Gurðun er trúboðari í Russlandi, og Andrass býr í Keypmannahavn, har hann er lærari. Sólrun eigur tólv ommubørn - tríggjar gentur og níggju dreingir.
Eftir at tey góvust at handla, búðu Sólrun og Hanus eitt skifti í Keypmannahavn. Fyrr í ár fluttu tey aftur til Toftir, har tey trívast væl, og tey eru mong, sum fegnast um, at tey, eftir at hava verið í útlegd og tætt upp at børnum og barnabørnum, nú eru komin aftur á rókina.
Mikudagin 25. november klokkan 19 verður sangløta í Nebo, har øll eru hjartaliga vælkomin. J