Sølvi: Fyrri hálvleikur var tann besti í ár (FM1)

(FM1) Veteranurin hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar stórfegnast um framúr góða spælið Víkingur vísti í serliga fyrra hálvleiki í 6-0 stórsigrinum móti EB/Streymi í dag

##med2##

Víkingur reisti seg væl og virðiliga í dag aftaná 2-4 tapið móti B36 á Tórsvølli ólavsøkudag.

Víkingur sendi EB/Streym heimaftur við einum 0-6 stórtapi. Longu í steðginum var Víkingur í odda 5-0. Víkingur hevði seks ymiskar málsskjúttar í dag. 

Víkingur – EB/Streymur 6-0 (5-0)

1-0: Sølvi Vatnhamar (18.)

2-0: Gunnar Vatnhamar (26.)

3-0: Finnur Justinussen (34.)

4-0: Jákup Johansen (37.)

5-0: Ari Olsen (45.)

6-0: Noah Mneney (61.)

Landsliðsveteranurin hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar er ovurfegin um avrikið á heimavølli í dag. Sølvi er ivaleysur í, at fyrri hálvleikur er tað besta spælið Víkingur hevur víst hetta kappingarárið. Sølvi heldur, at nú skulu hann og liðfelagarnir bara dríva á og spæla frítt tað sum er eftir av kappingini. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Árni Gregersen gjørdi við Sølva Vatnhamar. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen. 

(Samrøða: Sølvi Vatnhamar)