Sølvi kapprennur við tíðina

Vøddaskaði í rygginum er orsøk til, at landsliðsspælarin ikki hevur vant saman við liðfeløgunum í Víkingi í tríggjar vikur

Tá ið Víkingur í gjár vann venjingardyst við Margáir 2-0 ímóti EB/Streymi var einki at síggja til Sølva Vatnhamar.

Sølvi hevur verið skaddur tríggjar tær seinastu vikurnar. Tað kendist vera heilt dramatiskt tað kvøldið, tá ið hann undir venjing varð skaddur. Nú er tað greitt, at Sølvi í morgin fyri fyrstu ferð í tríggjar vikur fer at venja saman við liðfeløgunum.

Víkingur skal annan leygardag í fyrsta umfari í landskappingini spæla á útivølli ímóti AB. Næstu dagarnar fæst at vita, um Sølvi Vatnhamar verður nóg birgur at spæla á Argjum.

-Hann er darvaður av vøddaskaða í rygginum. Nú tá ið hann fer at venja, fáa vit at síggja, hvussu tað fer at tørna út, sigur Eyðun Klakstein venjari hjá Víkingi.

Hetta kvøldið fyri trimum vikum síðani – orsaka av korona vandu teir í smáum bólkum – varð  Sølvi Vatnhamar so ringur av pínu í rygginum, at hann ikki var førur fyri at ganga. Sjúkrabilur var eftir honum, og hann endaði á Landssjúkrahúsinum, men hann varð útskrivaður dagin eftir.

Eftir at Sølvi helt heilt frí í tvær vikur, hevur hann verið í viðgerð hjá fysioterapeuti, og nú er hann komin seg so mikið, at ætlanin er, at hann í morgin skal venja saman við liðfeløgunum.

Tað snýr seg fyrst og fremst um likamliga førleikan hjá Sølva Vatnhamar. Men sjálvandi vóna tey í Víkingi og eisini teir kring landsliðið, at Sølvi nú beinanvegin fer at koma fyri seg aftur. Hann hevur í nógv ár verið lyklaspælari í Víkingi, og síðstu árini hevur hann verið sjálvskrivaður á landsliðnum, har hann ofta hevur verið eyðsýndur.