Valevnini til forsetavalið í Ítróttarsambandi Føroya fara í kvøld at kjakast í Café KÍ í Klaksvík. Sølvi Reinert Hansen og Annsy Høghamar bjóða seg bæði fram sum avloysarar hjá Heðin Mortensen, og í kvøld verða tey við á almennum fundi í Klaksvík. Tað er Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð, sum skipar fundinum, ið verður hildin kl. 20.30.