Símun millum teir bestu

Símun Samuelsen er settur á úrvalslið, sum er valt eftir fyrstu seks umførini av íslendsku Landsbankadeildini.

Saman við Símuni er eisini liðfelagi hansara í Keflavík, Baldur Sigurðsson. Hartil eru fýra spælarar úr FH, tríggir úr Vali og ein úr ávikavist Breiðablik og Víkingi á liðnum.