Símun stjórnar ungdóminum í B36

Símun Joensen verður framhaldandi høvðusungdómsvenjari hjá B36

B36 hevur í dag gjørt nýggjan tvey ára sáttmála við høvðusungdómsvenjara, Símun Joensen. Klaksvíkingurin hevur verið høvðusungdómsvenjari hjá B36 seinasta árið.

 

- Partarnir hava nú eftirmett samstarvið, og bæði ungdómsdeildin og Símun Joensen sjálvur hava verið somikið væl nøgd um samstarvið, at nýggj avtala nú er undirskrivað. Hendan staðfestir, at hann eisini verður høvuðsungdómsvenjari okkara í bæði 2018 og í 2019, skrivar heimasíðan hjá B36.

 

Símun Joensen hevur drúgvar royndir sum spælari bæði fyri KÍ og B36. Hann hevur eisini verið hjálparvenjari hjá KÍ í 2015.