Símun sum skarprættari

Tríggjar ferðir var Símun Samuelsen á rætta staðnum í røttu løtuni, og tað gjørdist tann stóri munurin á havnarmonnum og vágamonnum í botnuppgerðini, ið kanska avgjørdi alt

Framvegis eru trý umfør eftir og nógv kann henda aftrat, áðrenn hetta kappingarárið er lokið. Men tað, sum hendi í Gundadali seinnapartin í gjár, kann saktans fara at vísa seg at vera bjargingin hjá HB og endin hjá 07 Vestur. Í øllum førum skal HB bara hava trý stig aftrat í teimum trimum írestandi dystunum fyri at bjarga sær, meðan 07 Vestur hevur fýra stig upp til bjargingina.
Longu frá fyrstu løtu í dyst­inum sást, at teir í HB veru­liga høvdu lisið skriftina á vøll­inum og vistu, hvat skuldi til. HB-ararnir vóru grammir og ágang­andi, og ikki gjørdi tað støðuna verri, at Hallur Hansson longu í fimta minutti gjørdi eina ella tvær fintur, áðrenn hann úr 16 metrum bankaði bóltin í málið til 1-0.
Hetta var fult í tráð við ta fyrstu løtuna, og HB helt fram í sama stíli, so tá Símun Samuelsen trettan minuttir seinni fekk eina góða sending frá Hanusi Thorleifsson og økti til 2-0 við einum innleggi, sum fór á stongina og inn, var tað fram­vegis fult uppiborið. Hartil var tað eisini ein grov strika í rokningini hjá 07 Vestur, sum hevði ætlað tað øðrvísi:
– Í dag skuldu vit vinna trý stig, so vit kundu sleppa eitt stig fram um HB. Ætlanin hjá okkum var at leggja trýst á frá byrjan fyri at fáa eitt skjótt mál, men í staðin var tað HB, sum kom á odda, so tann ætlanin helt ikki hjá okkum, segði Dánjal Rói Olsen, sum beint fyri dystarlok gjørd­ist málskjútti fyri 07 Vestur, men bara við einum málið, ið pynt­aði eitt sindur.

Klára at lyfta liðið
Bæði í fyrra og seinna hálvleiki átti 07 Vestur ta síðstu løtuna, men uttan at fáa stórvegis burt­ur­úr. Í fyrra hálvleiki vóru kjans­irnir rættiliga tilvildarligir, men eitt nú megnaði Clayton Soares sjálvur at skapa sær einar tveir, ið kundu givið vágaliðnum eitt mál og harvið eisini eitt sindur av luft til síðstu trý korterini. Men í øðrum førinum bjargaði Teitur Gestsson og í hinum fór skotið uppum.
Tá so Símun Samuelsen var upp á spæl aftur longu fimm min­uttir inn í seinna hálvleik, var dyst­urin í roynd og veru liðugur. Teitur gyppaði bóltin langt fram á vøllin, har bara Símun sá út til at trúgva, at tað bar til at fáa hann – og tað gjørdi hann eisini. Temj­ingin var fullkomin og skotið næstan eisini, og so var 3-0.
At enda var tað so innskifti Kristin Restorff Mouritsen, sum úr høgru sendi innfyri til Símun Samuelsen tvær ferðir. Fyrru ferðina kláraði Símun at skjóta uppum úr fýra metra frástøðu, men seinnu ferðina var hann tryggur og sett bóltin í málið til 4-0.
– Jú, tað gekk væl hjá mær per­sónliga og eisini hjá liðnum, men enn er eitt petti eftir, áðrenn vit eru tryggir. Nú eru fimm stig niður, men vit skulu syrgja fyri at vinna ein dyst aftrat, tí so eru vit tryggir, sigur Símun, ið var øgiliga glaður fyri sigurin í gjár, eftir at tað gekk so illa í Fuglafirði síðst.
– Tað var ein øgiligur dystur, sum kom eftir ein javnleik ímóti Víkingi og eitt tap í evstu løtu ímóti EB/Streymi. ÍF-dysturin eisini sum eitt sjokk fyri okkum, tí vit hildu okkum vera á veg upp­eftir, men fingu alt sligið niður­aftur í einum dysti. Í dag sóu vit hinvegin nakrar menn, sum klára at lyfta liðið upp, og tí trúgva vit framvegis uppá, at vit skulu klára tað.

Trúgva enn upp á tað
Sum í endanum á fyrra hálvleiki, gjørdi 07 Vestur aftur ein vørr ímóti endanum á seinna, men hóast eitt mál kom burturúr, sum Dánjal Rói Olsen skjeyt, eftir at Jákup Sveinbjørn Olsen hevði sent innfyri, vóru vágamenn ongantíð nøkur verulig hóttan fyri HB.
– Kanska gjørdu vit ikki nóg nógv við at royna eftir mál­inum, hóast vit endaðu báðar hálv­leik­irnar væl. Tað gjørdist sjálvandi eisini torført fyri okkum, tá teir komu upp á 2-0, og hóast upp­leggið í hálvleikinum var, at vit skuldu spæla meira álopskent, spurdist ov lítið burturúr, sigur Dánjal Rói, ið kortini ikki vil vera við, at allar vónir eru slóknaðar, hóast støðan á stigatalvuni ikki sær so álvulig út.
– Vit vita væl, at sjálvandi kann tað eydnast, og tað er tað, vit skulu hyggja at. Vit skulu ikki hugsa um nakað annað, men taka næsta dyst og fara eisini tá eftir trim­um stigum.