Súni og Jón Rói fingið nýggjan liðfelaga

AaB kunngjørdi í gjár hollendska Steve Olfers sum nýggjan leikara í felagnum

Fótbóltur

 

Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen hava fingið lítið av leiktíð í AaB seinastu tíðina, og útlit eru nú møguliga til enn minni leiktíð. AaB kundi nevniliga í dag kunngera, at teir hava skrivað sáttmála við hollendska Steve Olfers, sum kemur frá Sparta Rotterdam.

Tíverri fyri føroysku leikarar okkara í felagnum kann hesin 25 ára gamli hollendingurin leika bæði á miðvøllinum og í verjuni, sum júst eru plássini, har Súni og Jón Rói ávíkavist leika.

Steve Olfers, sum hevur royndir frá hollendskum toppfótbólti, hevur fingið sáttmála við liðið úr Aalborg fram til komandi summar.