Súni og Jón Rói nærkast steypafinaluni

Tað eydnaðist teimum báðum føroyingunum í danska superligafelagnum AaB at spæla seg í hálvfinaluna í donsku steypakappingini sunnudagin. Súni Olsen var ein av skjúttunum í brotssparkskappingini, sum dysturin endaði við

Føroysku landsliðsspælararnir í AaB, Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen, vóru báðir á vøllinum, tá ið AaB sunnudagin vann fjórðingsfinaluna í donsku steypakappingini ímóti OB.
Fjórðinsfinalan var leikt á Aalborg Stadion, og bæði Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen byrjaðu dystin á beinkinum.
Jón Rói kom á vøllin stutt undan, at vanliga leiktíðin var lokin. Tá var støðan 2-1 til AaB, men OB javnaði í næstseinasta minuttinum.

Súni skoraði
Síðani var farið til longda leiktíð, men har kom einki mál, og tí var neyðugt við brotsspørkum fyri at finna ein vinnara.
Súni Olsen var komin á vøllin stutt fyri, at longda leiktíðin var av, og hann var fjórði brotssparksskjútti hjá AaB, og gøtumaðurin sveik ikki álitið.
Neyðugt var tó við ikki færri níggju brotsspørkum í part, áðrenn ein vinnari var funnin, og tað var liðið hjá føroyingunum báðum, sum dróg longra stráið.