Viasat hevur gjørt av, at tveir av komandi dystunum hjá superligafelagnum AaB skulu sendast beinleiðis í sjónvarpi. Fyrri dysturin er ímillum AaB og FC Nordsjælland tann 2. apríl, og seinni dysturin er ímóti Brøndby tann 9. apríl. Báðir dystirnir verða vístir á TV3+, og hendan rás sæst í Føroyum.