Eftir at útvarpið hjá Kringvarpinum í farnu viku bar tey tíðindi, at Súni Schwartz Jacobsen hevði selt umleið helvtina av sínum partabrøvum í Føroya Banka hevur spurningurin um, hví hann seldi hesi partabrøv hingið í leysum lofti. Hvussu ber tað til, at stjórin í Føroya Banka selur nærum helvt av sínum partabrøvum í sínum egna banka? Merkir hetta, at hann ikki longur trýr so nógv uppá bankan hann sjálvur er stjóri fyri? ??Henda spurningin hava vit sett bankastjóranum, nú hann í vikuni seldi góða helvt av sínum partabrøvum í bankanum. ??
Súni Schwartz Jacobsen sigur, at henda avgerð hevur einki við tað at gera, at hann heldur, at partabrøv í Føroya Banka ikki longur eru ein góð íløga. ??-Eg havi ein son, sum fer í skúla og fyri at skapa honum tær bestu fortreytirnar, tó at eg veit, at mong velja kollegieverilsi, so havi eg avgjørt at gera íløgu í eina íbúð, Tað er søgan í hesum. Eg havi fyrr gjørt íløgu í nøkur partabrøv, nú býti eg ein part av tí íløguni um við eina íløgu í eina íbúð. ??
-Men er tað ikki kortini eitt vánaligt signal at senda út til umheimin, at man sum stjórí í Føroya Banka selur ein part av sínum partabrøvum í sínum egna banka? ?
-Tað kanst tú rætt spyrja. Tað vil altíð vera ein spurningur um, hvussu tú plaserar tínar íløgur, um tú ger tær á bara einum stað ella tú vil spjaða tær og eisini brúka likviditet til aðra íløgu. Tað er væl heldur ikki óavmarkað, hvussu nógv tú kanst gera íløgu fyri sum privatpersónur. ??
Fordeilir íløgu
-Vil tú harvið siga, at onnur, sum hava pengar í Føroya Banka ella umhugsa at gera íløgur har, ikki skulu halda, at tú sum stjóri trýr minni uppá slíka íløgu í dag enn tú gjørdi fyri tíð síðani? ??
-Avgjørt ikki. Tað er bara ein spurningur um, at her hevur tú ein posa av pengum, sum man so roynir at fordeila. Í hesum førinum er tað av reint persónligum orøkum, at eg havi gjørt av at selja part av partabrøvunum fyri at útvega pening til eina íløgu í eina íbúð í Danmark. ??
Sambart útvarpinum hjá Kringvarpinum hevur Súni Schwartz Jacobsen selt góða helvt av sínum partabrøvum fyri ein kurs uppá umleið 157, meðan keypsprísurin var 189 og skal hann harvið hava mist góðar 400.000 kr. Súni Schwartz Jacobsen sigur, at tað er ikki altíð ein spurningur um tað tapið man staðfestir. Spurningurin er her eisini um ta íløgu tú vil gera og har tú hevur brúk fyri nøkrum pengum at gera hana. ??
Forsvarlig íløga
-Er tað framvegis ein góð íløga at keypa partabrøv í Føroya Banka, nú stjórin velur at selja góða helvt av sínum partabrøvum? ??
-Sjálvur haldi eg, at tað er ein forsvarlig íløga at keypa partabrøv í Føroya Banka. At eg selji hevur einki við tað at gera, tí eg skal brúka pening til at keypa eina íbúð uttanlanda. Søgan er ikki størri enn tað. Súni Schwartz Jacobsen vísir á, at hann varðveitir helvtina av sínum partabrøvum í bankanum. –Trúði eg ikki uppá bankan, so hevði man væl selt alt. Hann átti 23.810 partabrøv og seldi 13.810 og hevur sostatt 10.000 eftir.