Reinhaldið í Havn hevur nógv at gera í hesum døgum, nú býurin ger seg til reiðar at taka ímóti ólavsøkugestunum.
Vit hugsa um tað, og tosa kanska eisini okkara millum um, hvussu tær óruddiligu gøturnar á náttartíð, kunnu skína, ikki eitt puð sæst, tá vit um kirkjutíð ólavsøkudag leita oman aftur í miðbýðin.
Tað eru teir 16gøtusópararnir, sum hava ruddað gøturnar, meðan vit fingu okkum eina hvíld, áðrenn vit herjaðu aftur á ólavsøkuna.
Finnur í Puntabyrgi, formaður í reinhaldinum og flagghaldinum, sigur at teir byrja at snøgga um býin eina viku áðrenn ólavsøku so alt er í lagi, áðrenn gestirnir koma.
Tá eru teir kortini ikki allir til arbeiðis, men tá ólavsøkan verður sett, skal alt verða í lagi. Bert tveir mans eru til arbeiðis, tá ólavsøkan verður sett. Teir taka upp hestaperur o.a., sum liggur eftir setanina, og teir eru sum oftast lidnir, tá kappróðurin byrjar.
Halda ólavsøku seinnapartin
Gøtusópararnir hava eisini hug at halda ólavsøku, men teir hava bert seinnapartin til at taka, tí teir skulu vera »stand by» morgunin eftir kl. fimm.
Tá fara teir 16 av álvara undir at rudda og sópa gøturnar. Teir sópa við hond - sum Finnur tekur til - gøtur og skot í miðbýnum, har maskinurnar ikki sleppa framat.
Býurin skal vera skínandi reinur kl. 10, tá skrúðgongan byrjar.
Ólavsøkudag verður sama mannagongd endurtikin. Gøtusópararnir eru eisini uppi kl. fimm, eins og 3. ólavsøkumorgun, men tá er størsta arbeiðstrýstið av, sigur Finnur í Puntabyrgi.
Reinhaldið fær tó eyka arbeiði í ár, av tí at ólasøkan byrjar týsdag, og tí væntar reinhaldið, at nógv fólk koma til Havnar í vikuskiftinum, áðrenn ólavsøku.
Umframt at sópa og rudda er eisini onnur gerðarmál í kommununi. Tað er nevniliga teir,sum hava til uppgávu at seta flaggstengur upp, vinda fløggini á stong og taka niður aftur, á kvøldi eftir ávísum reglum.
Umleið 10 mans hava til uppgávu at skipa flagghaldið. Teir byrja við at vaska flaggstengurnar og kanna um flagglínur o.a. er í lagi.
162 fløgg skulu vindast á stong
Mánadagin verða stengurnar settar upp, og um morgunin ólavsøkuaftan verða fløggini vundin á stong, fyri at verða tikin niður aftur umleið kl. sjey á kvøldi.
Neyðugt er at kanna stengur og línur enn einaferð, tí ofta hava fólk tað til fragd at kappa flagglínurnar, sigur Finnur í Puntabyrgi.
Tilsamans einir 27 mans eru til arbeiðis í flagg- og reinhaldinum ólavsøkudagarnar.
Seinastu ólavsøkurnar hevur reinhaldið sett upp bláar tunnur, sum fólk kunnu koyra rusk og annað burturkast í, men tað gongur striltið at fáa fólk at nýta tær.
Tað hevði verið frálíkt um fólk hugsaðu seg eitt sindur um, áðrenn tey blakaðu burturkast í gøtunum, sigur Finnur.