Tað var intensitetur og dramatikkur til síðsta bríksl, tá ið fimm dystir í Formula deildini vóru á skránni seinnapartin.
Bara í grannauppgerðini í Fuglafirði, har Víkingur vann 3-1, var munurin meiri enn eitt mál.
Oddaliðið EB/Streymur vann fulla úrtøku á Sandi, eftir at teir einki hava fingið burturúr fýra útidystum upp í slag.
Hóast meistararnir í NSÍ síðstu løtuna vóru undirmannaðir, so eydnaðist tað at vinna grannauppgerðina á Toftum 1-0. B36, sum eisini var undirmannað eina løtu, varð kløkkað beinanvegin ímóti Skála, men tað eydnaðist árstalsfelagnum at vinna 2-1. Harvið er B36 framvegis á øðrum plássi - átta stig aftanfyri EB/Streym.
Í Klaksvík endaði tað málleyst millum arvafíggindarnar KÍ og HB.
Úrslitini bera við sær, at Víkingur nú er á heiðursmerkjaplássi, og at eisini NSÍ hevur tikið seg framum HB, ið er nummar fimm.
Fyri fyrstu ferð síðani summarsteðgin vann B68 onga úrtøku. Einasta av fimm teimum niðastu, sum vann stig, var KÍ. Skála er fimm stig frá triði aftasta plássinum, og B71 er tvey stig frá bjargingini. ÍF og eisini KÍ eru framvegis rættuliga hótt at vandanum at flyta niður.
Longu mikukvøldið verður aftur Formula fótbóltur.
19. umfar
ÍF-Víkingur 1-3
KÍ-HB 0-0
B71-EB/Streymur 1-2
B36-Skála 2-1
B68-NSÍ 0-1
Støðan eftir 19 dystir
EB/Streymur 41
B36 33
Víkingur 32
NSÍ 31
HB 30
B68 23
KÍ 21
ÍF 20
B71 18
Skála 15
Skráin mikukvøldið
ÍF-B36
NSÍ-B71
EB/Streymur-KÍ
HB-Skála
Víkingur-B68