Sær tokut út

- Hevði tú spurt meg í morgun, hevði eg sagt, at handilin er dottin niðurfyri, men í dag havi eg kortini eina vón, sigur Anfinn Olsen um ætlaða keypið av Faroe Seafood. Sum skilst, hava samráðingarnar millum samtakið, sum ætlar at keypa Faroe Seafood og veðhavararnar, gingið striltið seinastu dagarnar.

Tað visti útvarpið hjá Kringvarpinum at siga í dag.

Seinastu vikurnar hevur eitt samtak millum Varðan í Gøtu, íslendska felagið Samherja og Framherja á Toftum roynt at fingið eina avtalu í lag um at yvirtaka Faroe Seafood.

Við útvarpið í dag, segði Anfinn Olsen, reiðari hjá Framherja, at seinastu tríggjar dagarnar hava samráðingarnar staðið í botni.

- Hevði tú spurt meg í morgun, hevði eg sagt, at handilin er dottin niðurfyri, men í dag havi eg kortini eina vón um, at tað skal bera á mál.

Soleiðis málbar Anfinn Olsen seg við útvarpið í dag.

Reiðarin segði seg ikki tora at gera eina meting um, nær áhugaðu keypararnir kunnu vænta, at ein møgulig keypsavtala kemur upp á pláss.

Tað eru fýra kreditorar í Faroe Seafood, Realurin, BankNordik, Eik Banki Føroya og Kaupthing.

- Eik og Kaupthing eru báðir yvirtiknir av ávikavist danska og íslendska statinum. Hetta hevur gjørt tilgongdina enn torførari, segði Anfinn Olsen, reiðari, við útvarpið.