Bygdirnar í Vágum skiftast um at vera vertir fyri vestanstevnu. Í dag er Miðvágur vertur, og tað var ein av bátunum í Vágum, sum vann, tá ið dreingirnir í barnaróðrinum kappaðust.
Sørvágsdreingir umborð á Dúgvuni vunnu, og sigurin var avgjørt ikki óvæntaður. Dúgvan hevur vunnið allar tær fimm undanfarnu ferðirnar, og aftur í dag var Dúgvan best.
Í Hósvík eru dreingirnir óførir í kappróðri. Tað sæst á úrslitunum bæði í barnaróðrinum og í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum.
Sum tær undanfarnu fimm ferðirnar endaði Falkur aftur í dag næstfremst, og tað var spenningur um sigurin. Dúgvan var eina hálva bátslongd ella stívliga tað undan Falki. Tað vóru bara hesir báðir bátarnir, sum kappaðust um sigurin.
Í kappingini um triðja plássið vann Tistil hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag greitt á Sævarmoy úr Klaksvík, og nú stendur tað á jøvnum millum hesar báðar bátarnar í kappingini um bronsukrónurnar í FM.
Tað er longu greitt, at Dúgvan er FM vinnari, og at Falkur hevur vunnið silvurkrónurnar.
1 | Dúgvan | 02:46.18 |
2 | Falkur | 02:47.24 |
3 | Tistil | 02:53..01 |
4 | Sævarmoy | 02:55.47 |
5 | Súlan | 02:56.14 |
6 | Títlingur | 02:56.37 |
7 | Kollur | 02:57.35 |
8 | Ternan | 02:59.14 |
9 | Silja | 03:03.13 |
10 | Frúgvin | 03:08.40 |