Súsanna nummar 5 í elitukapping

Súsanna Skylv Sørensen var fyri viku síðani partur av kapping á hálvum ironman teini í St. Polten í Eysturríki

Triathlon

 

Hálvur ironman er samansettur við 1,9 km svimjing, 90 súkkling og hálvum marathon-teini, so tað eru ikki beinleiðis smálutir, sum standa fyri framman hjá luttakarunum.

Súsanna tók lut í sonevnda pro-bólkinum, men hóast knallhørðu mótstøðuna, so eydnaðist tað henni at gerast nummar fimm av kvinnunum. Og hon kom á mál bara fimm minuttir eftir vinnaran, sum saman við nummar tvey vann sær atgongd til HM-kappingina í Florida.

Sjálv vónar Súsanna, at hetta var startskotið til nakað veruliga stórt.

- Hjá mær er bara at venja fram móti World Championship-kappingini. Eg havi framvegis nógv, sum eg kann betra, so hetta er heilt víst ein stórur møguleiki hjá mær, sigur hon.