Súsanna og Unn bera boð úr andaliga heiminum

Súsanna Vígdá og Unn í Dali bjóða nú føroyingum at fáa samband við tey, ið eru farin hiðani, tá ið tær bjóða til alment clairvoyansu kvøld í næstum. -Alt er orka, energiur. Vit eru øll bundin saman av energiinum, sum er í øllum; tingum, jørð, vindi, menniskjum, dýrum, osf. Vit eru øll eitt. Tí ber til at lekja fólk yvir lond við fjarhealing, og tí ber til at merkja ein annan persón, uttan at vita av honum. Følsami clairvoyanturin kann við avlesing av orkusstráling staðfesta, um tú til dømis hevur ein skaða, ella ber ein førning, sum tú eigur at sleppa tær av við, siga Unn og Súsanna.

 

Unn í Dali er bæði media, clairvoyantur, og healari.

Unn í Dali sigur, at øll fólk hava ein sætta sans, sum flestu okkara missa í uppvøkstrinum. Men nøkur varðveita sambandið við tað, vit ikki síggja; sjálv er hon ein teirra.

 

Clairvoyansan er sterkasti eginleiki hjá Súsonnu, men hon er eisini media og healari.

-Sum barn kundi eg boða frá ófrættakendum. Eg kendi á mær, tá næstringar góvu upp anda, eins og eg kundi siga frá gleðiligum hendingum fyri framman, sigur Súsanna.

 

Media

-Miðilin hevur beinleiðis samband við avdeyð, uttan at hava ávirkan á boðberingina. Miðilin stillar sítt likam og sál fram til nýtslu fyri tey, ið vilja koma ígjøgnum frá andaverðini. Ikki ber til at tvinga nakran ígjøgnum; tey koma, sum vilja koma, siga Unn og Súsanna.

 

Á platformsclairvoyansunum í Fuglafirði og Havn fer Unn í Dali at taka sær av hesum partinum, meðan Súsanna Vígdá ger clairvoyansuna, væl guidað úr tí ósjónliga.

 

Platformsclairvoyansan verður skipað sum eitt vanligt alment tiltak, har áhoyrararnir sita á stólum. Løtan er friðarlig, og ein ger sjálvur av, hvussu virkin ein vil vera í tiltakinum.