Tað er blivið alt meiri vanligt, at ein kann streama fótbóltsdystir á internetinum. Serliga hjá fólki, sum eru langt av landi skotin er hetta ein gyltur møguleiki. Og føroyingar úti í heimi verða ikki snýttir fyri upplivingina, sum bíðar heimafólkinum komandi leygardag klokkan 16, tá Føroyar og Eysturríki bresta saman á Tòrsvølli í HM-undankappingardysti. Dysturin hevur orsaka av serligu søguni eisini stóran áhuga kring Heimin. FIFA boðar á síni heimasíðu frá, at tað ber til at streama dystin millum Føroyar og Eysturríki á hesum linkinum: www.fifa2010blog.com/faroe-islands-vs-austria-live-streaming.html