Bókadeildin gevur nú út síðstu bókina í væl umtóktu røðini eftir Ingvar Ambjørnson um tann ógvuliga ljóta hundin Samson og tann listinlærda frensin Roberto, sum saman reka pensjónatið Sjóvargarð, har grevlingurin Greta er pikkolo, og oturin Oda gongur til handa. Bókin hevur heitið Loyndarmálið hjá Faðir Pietro, og í hesum partinum verður rættiligt rok, tí lógarinnar langi armur, Ludo Karson, handtekur yrkjaran Gregor, sum er komin á fríggjaraferð at vitja Gretu. Men meira skal til fyri at loysa Gregor úr varðhaldinum enn at tosa um pass og um fría orðið og at siga, at Gregor er gestur á pensjonatinum og yrkjari, sum hevur fingið seks stjørnur fyri sína seinastu bók.
Benny skrivar um talufrælsi og djórarættindi í undirgrundarblaðnum, og italski kokkurin Mario Gastromati, sum ger tað frágera góðu pitsa a la mamma, blandar hylliberjasaft, sum fær Ludo at enda í sjeynda himli. Allan hendan hurlivasan og mangar aðrar ber til at lesa um í hesari sera skemtiligi bókini.
Tær báðar fyrru bøkurnar um Samson og Roberto Arvurin eftir Rin-Tin-Tei farbróður og Klandursvættini komu út í 2004 og 2005, og aftur hesuferð er tað Alexandur Kristiansen, sum týddi úr norskum og Per Dybvig, ið teknaði stuttligu myndirnar.